Í morgin 2. páskadag skipar rennifelagið í Klaksvík Treysti fyri afturvendandi páskarenningini úr Árnafirði til Klaksvíkar.
Páskarenning við morgunmati í Klingrugarði aftana er vorðið siðvenja hjá rennifelagnum, og hetta verður eisini í ár. Rennararnir fara við bussi úr Klaksvík til Árnafirðar, og renna síðani aftur til Klaksvíkar.
Byrjað verður við vendiplássið omanfyri neystini uttast í bygdini. Tann teinurin er umleiðr átta kilometrar. Tó er møguligt at renna ein styttri tein, um ein ynskir tað. Teinurin frá tunnilsmunnanum omanfyri Ánir og til Klaksvíkar er góðar fýra kilometrar, boðar Treysti frá.
Bussurin fer frá badmintonhøllini í Klaksvík kl. 8.45