Páskaundurið - Jesu uppreisn

Kjartan Stakksund

Men eftir hvíludagin, tá ið tók at lýsa av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja eftir grøvini. Og sí, tá varð landskjálvti mikil, tí at eingil Harrans kom niður av himli og steig fram og velti steinin frá og setti seg á hann. Men útsjón hansara var sum snarljós, og klæði hansara hvít sum fonn. Men vaktarmenninir skulvu av ræðslu fyri honum og vórðu sum deyðir. Men eingilin tók til máls og segði við kvinnurnar: »Tit mega ikki ræðast! Tí at eg veit, at tað er eftir Jesusi, hinum krossfesta, tit leita. Hann er ikki her, tí at hann er risin upp, sum hann hevur sagt. Komið higar og síggið staðin, har sum Harrin lá! Og skundið tykkum og farið og sigið lærusveinum hansara: »Hann er risin upp frá deyðum; og sí, hann fer undan tykkum til Galileu; har skulu tit síggja hann«. »Sí, eg havi sagt tykkum tað«. Og tær fóru í skundi burtur frá grøvini við ótta og miklari gleði, og tær runnu at bera lærusveinum hansara boð um hetta. Og sí, Jesus kom ímóti teimum og segði: »Heilar og sælar!« Men tær fóru til hansara og fevndu um føtur hansara og tilbóðu hann. Tá segði Jesus við tær: »Tit mega ikki ræðast! Farið og boðið brøðrum mínum, at teir skulu fara avstað til Galileu, og har skulu teir síggja meg«. Matt. 28, 1-10.
Nú páskirnar aftur standa fyri durðunum og vit aftur skulu hoyra tann sigursæla boðskap sum ber okkum boð um at lívið hevur sigrað á deyðanum, at deyðin ikki longur er eitt punktum, men at hann er byrjanin til eitt ævigt lív heima hjá Gudi; hetta lívið kann ein og hvør ogna sær við trúgv á Jesusar fullgjørda verk á Golgata.
Tað er jú tað, sum vit hava hoyrt um í føstuni, hvussu Jesus var viðfarin fyri okkara skuld, har hann til síðst var hongdur upp á krossin á Golgata, negldur gjøgnum hendur og føtur fyri at keypa okkum leys frá ævigari glatan.
Hettar var prísurin sum Gud mátti gjalda fyri okkum, eitt dýrt loysigjald kunnu vit siga; men Gud havi lov fyri at Jesus ikki var liggjandi í grøvini, nei, hann sprongdi deyðans leinkjur, hann er sigurshetjan frá Golgata, hann steig út úr grøvini páskamorgun okkum til æviga rættvísti.
Tí kunnu vit av røttum siga hvør við annan, gleðiligar páskir í Jesu navni, eg vil hervið enda við einum páskasálmi sum eg havi yrkt til páskirnar 2006.

Páskasálmur
Lag: Gakk undir Jesu kross at stá. Bf. 64, Dk 438 Gfs 5

1. Við Golgata eg friðin fann,
har blóð Guds sonar niður rann;
tað burtur mínar syndir tvóð,
hans náði móti mær er góð.

2. Tað svárt var har á Golgata,
tí øll mín synd á Jesus lá;
hann negldur var á krossins træ,
og fyri fíggindum hann bað.

3. Tín pínsla, deyði fyri meg,
er bjarging mín á smala veg;
tí prísi eg hans navn i her,
sum frelsti meg í óndu verð.

4. O, Jesus góði, lær meg sjá,
teg hangandi á Golgata;
í grøvina tú lagdur var,
tí at tú mínar syndir bar.

5. Úr grøvini tú tó upp stóð,
tá runnið hevði alt títt blóð;
Sum hvørja sál her tváað kann,
tú sigur yvir deyða vann.

6. Mín vón í dag er sigur tín,
tí ert tú Jesus frelsa mín;
tú lekti míni syndasár,
í míni sál er ævigt vár.

Kjartan Stakksund