Páskavøka í Glyvra kirkju

Í kvøld klokkan 20 verður páskavøka í Glyvra kirkju við upplestri, sálmasangi og kórsangi.

Sungnir verða sálmar, ið hoyra til páskaaftan, tá ið Kristus fór niður til heljar, eins og tað verður sagt í trúarjáttanini. Her kann nevnast mæta yrkingin eftir Grundtvig ”Á kvøldi varð dukað á helvitis grind”, ið Hans Dalsgaard hevur týtt, stendur at lesa á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni. 

Umframt skriftlesturin verður eitt brot lisið úr páskaprædiku eftir grikska kirkjufaðirinum, Jóhannes Chrysostomos, ið livdi frá 345 til 407 eftir føðing Krists.
Kór Glyvra kirkju fer at seta dám á páskavøkuna. Kórið syngur undurfagra ”Ave verum corpus” eftir Mozart.