Páskir

Golgataverkið

Teir tóku nú Jesus; og hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, sum kallast Ennistaðurin, og sum á hebráiskum eitur Golgata.

 

Golgataverkið

Teir tóku nú Jesus; og hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, sum kallast Ennistaðurin, og sum á hebráiskum eitur Golgata. Har krossfestu teir hann og saman við honum tveir aðrar, ein hvørjumegin, men Jesus í miðjuni. Men Pilatus skrivaði eisini eina yvirskrift og setti hana á krossin; har stóð skrivað: »Jesus úr Nasaret, kongur Jødanna«. Hesa yvirskriftina lósu nú mangir av Jødunum, tí at staðurin, har sum Jesus varð krossfestur, var nær við bygdina, og hon var skrivað á hebráiskum og rómverskum og grikskum máli. Tá søgdu høvuðsprestar Jødanna við Pilatus: »Skriva ikki: Kongur Jødanna; men: Hann segði: Eg eri kongur Jødanna«. Pilatus svaraði: »Tað, sum eg havi skrivað, havi eg skrivað«. Tá ið nú hermenninir høvdu krossfest Jesus, tóku teir klæði hansara og býttu tey sundur í fýra lutir, hvørjum hermanni ein lut, somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin var óseymaður, vovin í einum oman ígjøgnum. Teir søgdu tí hvør við annan: »Latum okkum ikki skera hann sundur, men latum okkum heldur kasta lut um hann, hvør ið skal fáa hann«; tí at skriftin skuldi ganga út: »Teir býttu klæði míni millum sín, og kastaðu lut um klædning mín«. Hetta gjørdu nú hermenninir. Men við Jesu kross stóð móðir hansara og móðursystir hansara, Maria, kona Kleopasar, og Maria Magdalena. Tá ið nú Jesus sá móður sína og lærusveinin, sum hann elskaði, standa har, sigur hann við móður sína: »Kvinna, har er sonur tín!« Síðan sigur hann við lærusveinin: »Sí, har er móðir tín!« Og frá teirri stund tók lærusveinurin hana heim til sín. Eftir hetta, tá ið Jesus visti, at alt nú longu var fullgjørt, til tess at skriftin skuldi ganga út, sigur hann: »Eg eri tystur«. Har stóð eitt ker fult av ediki. Teir settu tá ein svamp fullan av ediki á ein ýsopslegg og bóru honum at munni: »Tað er fullgjørt!« Og hann boygdi høvdið og gav upp andan. Jóhs. 19, 17?30.

Vit hava nú ígjøgnum føstutíðina hoyrt um Jesu líðing, hvussu hann var háðaður, sligin, áspýttur, húðflongdur, tornakrýndur og til seinast hongdur á krossin á Golgata, har hann kvittaði fyri alla heimsins synd, tína og mína synd, soleiðis sum tað stendur skrivað hjá Jesaja profeti kapittul 53, ørindi 5. Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.

Føstan er eftir míni sannføring ein ógvuliga álvarsom tíð, og skuldi hetta kunna havt ávirkan á atferð okkara hesar vikurnar undan páskum, um vit hugsa um hvørja viðferð okkara Harri og frelsari fekk okkara vegna; nú er tað soleiðis at kristindómurin hevur havt sera stóra ávirkan á dagligdagin hjá føroyinginum, tá menn fóru í bjørgini, tað verði seg eftir fugli ella seyði, so løgdu teir lív og lagnu sína í Guds hendur í áliti á at Gud sum øllum valdar og hevur allar træðir í síni almáttugu og sterku hond, hann er við teimum á hesi vandafullu ferð; tíanbetur er hesin vakri siður fyri ein stóran part varðveittur her á landi, tað hava vit til dømis sæð í sjónvarpinum av og á, og er hetta at fegnast um; eisini hoyra vit frásagnir frá gomlum monnum, at sungið varð á útróðrarbátum, bæði tá teir fóru til útróðrar og somuleiðis tá teir komu aftur av útróðri, hetta eru siðir, sum ikki áttu at verið niðurlagdir, sjálvt um motorarnir hava avloyst árarnar, kundi hetta hildið áfram sum áður.

Hóast alt hetta, sum eg her havi nevnt, so tykir mær at tað her á landi er nógv, sum er farið av lagi á tí andaliga økinum, tað við føstuni verður tíanverri ikki tikið í nóg stórum álvara; fyri bara at nevna føstugudstænasturnar í kirkjum okkara. Tað eru ikki mong, sum leita inn í Guds hús fyri at lýða á Jesu líðingarsøgu; ein av føstusálmum okkara í sálmabókini byrjar soleiðis: Legg nú niður verðsligt sinni, búgv nú væl títt hjarta til, lat ei eiga pláss har inni tað, sum spilla av sær vil. Hetta áttu vit at tikið til eftirtektar, soleiðis at vit í føstutíðini búgva okkum til av álvara at taka ímóti páskahátíðini, við gleði og áhaldandi tøkk fyri at Gud sendi okkum son sín, læt hann líða og doyggja og rísa upp aftur úr grøvini páskamorgun, fyri harvið at bjarga okkum frá banning syndarinnar og ævigum deyða.

Hvørja ávirkan hevur hetta á okkum, sum liva í dag, hetta sum Jesus, Guds einborni sonur mátti ígjøgnum fyri aftur at geva mannaættini ein møguleika at koma inn aftur í paradísið, sum vegna syndina var stongt hin lagnutunga dagin í Eden aldingarði, tá ormurin tøldi Evu, soleiðis at hon át av ávøkstrinum á trænum og gav manni sínum og hann eisini át av trænum, men við Jesu deyða og uppreisn er opnað aftur, soleiðis at ein og hvør, sum viðgongur synd sína og kemur til Jesus og biður um fyrigeving fyri synd sína og ólýdni ímóti honum, fær at uppliva ta somu gleði og friðsælu, sum Ádam og Eva áttu áðrenn syndafallið.

Tað er undurfult at uppliva Golgata verkið, Jesu deyða og uppreisn fyri mína skuld, ja, tað er nakað, sum tunga ei dugir mæla, tað er nakað, sum man má uppliva; o, tann sæla stund, tá Jesus tók syndabyrðina av herum mínum; eg eri fríur í Jesusi Kristi, alt av hansara náði, tí kann eg vitna um hansara kærleika móti mær, at allar mínar syndir bar hann upp á krossin, hann leyskeypti meg frá banning syndarinnar, ja, hann setti føtur mínar á klettin, sum er Jesus sjálvur.

Ongum nýtist at knógva undir syndabyrðuni, tað liggur eitt kvittað skuldabræv við krossins fót á Golgata; tað einasta tú hevur at gera er at boyggja teg niður við krossin, takka Jesusi fyri at hann doyði og reis upp úr grøvini páskamorgun eisini fyri teg, tá er tað kvittaða skuldarbrævið títt, undirskrivað, ikki við blekki, men við dýrabara blóði Jesusar, tá ert tú fríur ella frí og kanst hvíla í Guds náði, soleiðis at tú kanst taka undir við Pæturi ápostli, tá hann sigur í fyrsta brævi sínum: Lovaður veri Gud og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn sína hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum, til ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi arv, sum er goymdur í himlunum til tykkara, ? tit, sum vit Guds kraft verða varðveittir við trúnni til ta frelsu, sum er liðug at verða opinberað í teirri síðstu tíðini, sum tit skulu fegnast um, tó at tit nú eina skamma stund, um so skal verða, kenna harm í mongum ymsum royndum, fyri at tykkara roynda trúgv, sum er nógv dýrmætari enn hitt forgongiliga gullið, sum tó verður roynt í eldi, má verða funnin til lovs dýrdar og heiðurs í opinbering Jesu Krists, hann, sum tit ikki hava sæð, men tó elska, hann, sum tit, tó at tit ikki nú hava hann fyri eygum tykkara, tó trúgva á, skulu fegnast um við ósigiligari og dýrmettari gleði, tá ið tit náa málið fyri trúgv tykkara, frelsu sálanna. Um hesa frelsu hava profetar grundað og rannsakað, teir sum profeteraðu um ta náði, sum skuldi verða tykkum fyri, í tí at teir grundaðu um, hvørja ella hvussu vorðna tíð andi Krists, sum var í teimum, vísti fram á, tá ið hann frammanundan vitnaði um líðingar Krists og um ta dýrd, sum har aftaná skuldi koma; tí at tað var teimum opinberað, at tað ikki var teimum sjálvum, men tykkum, teir tænaðu við hesum, sum nú er tykkum kunngjørt av teimum, sum hava boðað tykkum gleðiboðskapin í hinum heilaga anda, sum varð sendur frá himli, og inn í hetta tráa einglarnir eftir at skoða. 1. Pæt. 1, 3?12.

Eg vil hervið enda við einum páskasálmi, sum eg havi yrkt til páskirnar 2001. Gleðiligar páskir øll somul.


Páskasálmur


Lag: Sum vársól rísur yvir fold. Bf. 206. Dk. 382


Upprisni Harri, frelsari,

tú yvir deyða sigraði,

á halga páskadegi,

tá lívið tú mær aftur vann,

tí tøkk eg nú tær veita kann,

og syngja hátt av gleði.


Á hesi páskamorgunstudn,

eg leiti á tín náðifund,

og falli tær til kníggja,

tí at tú frelsu veitt mær,

tú allar mínar syndir bar,

so Sátan má tá flýggja.


Djúpt í synd eg fallin var,

ímóti glatan vegur bar,

sá vónloysið og deyða;

í kærleika meg Jesus sá,

hann frelsti meg, halleluja

við sínum blóði reyða.


Tí kann eg Gudi syngja prís,

sum opnað hevur paradís,

av síni stóru náði,

hans kærleiki her til mín røkk,

hvørt trælaband tá sundur støkk,

lov, tøkk og prís Gud fái.


Kjartan Stakksund