Sum við so nógvum øðrum virksemi í Føroyum seinastu vikurnar, so hava páskirnar merkt arbeiðið hjá tunnilstoymunum, ið gera nýggja Eysturoyartunnilin, ið skal stytta farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin.
P/F Eystur- og Sandoyartunlar upplýsir á Facebook, at einans 72 metrar vórðu sprongdir í farnu viku.
- Á Hvítanesi vóru bert boraðir 6 metrar. Orsøkin er, at teir hava gjørt veg í tunlinum. Í hesum umfarinum hava teir gjørt 450 metrar av vegi, soleiðis at nú eru 1.661 metrar av vegi gjørdir inni í tunlinum. Til samans eru nú sprongdir 2.206 metrar á Hvítanesi. Í løtuni verður arbeitt við at spreingja eitt stórt víkipláss, har tunnilin er 16,5 metrar breiður. Tá mugu tvey skot skjótast hvørja ferð, í mun til eitt, tá tunnilin hevur vanligu breiddina á 10,5 metrar, skrivar felagið.
Mest varð sprongt frá rundkoyringini móti Hvítanesi, har tunnilstoymini sprongdu 43 metrar. Har eru til samans sprongdir 430 metrar nú.
Harumframt blivu 23 metrar sprongdir frá rundkoyringini og móti Rókini. Har eru til samans sprongdir 284 metrar.