Pætur er havnarmaður, sonur Hjørdis, f. Næssaa, og Petur W. Háberg.
Eftir lokna skúlagongd fór hann á háskúla í Haslev. Áðrenn tað hevði hann sum 15 ára gamal longu verið ein túr til skips við gomlu Sólborg. Leiðin gekk síðani á handilsskúla í Danmark. Hann var eisini nakrar túrar til skips í hesum tíðarskeiðinum.
Hann fór síðani í skrivstovulæru á Føroya Fiskimannafelag. Síðan 1. mai 1980 hevur hann starvast á Elektron, har hann í ár kann halda sín 25 ára starvsdag.
Hann er giftur við Annu, f. Eldevig, úr Fuglafirði. Børnini eru: Petur, Kristina, Guðrun og Hjørtur.
Pætur er musikalskur sum fáur, og hevur hann sín heilt serliga stíl. Tú lærir
nógv av at sita og lurta eftir tónleiki saman við honum, og tað er eins og
ein heilt annar tónleikaheimur opnar seg fyri tær. Ein lærir at lurta
øðrvísi. Hettar sæst best á hansara yngsta soni, sum kann sita saman við pápanum
og lurta, spæla og syngja løg eftir Steely Dan.
Pætur hevur spælt nógv saman við Nicodemussangbólkinum, sum var í 70 og 80-unum. Í dag spælir hann mest í samkomuni Lívdini, har tey í 2003 vóru á
eini sera góðari konsertferð í Írlandi. Eisini var hann ein dyggur stuðul við útgávuni av fløguni "Eg eri ein K", har hann við sínum kræsna musikalska oyra stuðlaði til, at
framleiðslan bleiv so góð sum gjørligt.
Pætur hevur eisini stóran áhuga fyri fótbólti. Í enskum fótbólti heldur hann við Liverpool, og innan føroyskan fótbólt er hann íðin HB viðhaldsmaður.
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við 50 ára degnum.
X.