Pætur Petersen: Eg eri partur av onkrum stórum

HB boðar í dag frá at fjórði spælarin hevur longt sáttmálan til 2022

HB boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við Pætur Petersen til 2022. Hann er fjórði spælarin, sum hevur bundið seg til tey komandi tvey kappingarárini hjá HB.

– Eg eri partur av onkrum stórum. Eg føli at vit taka fótbóltin í Føroyum á eitt hægri støðið. Tað er spennandi, og eg føli at hetta er tað rætta fyri meg, um eg skal taka næsta stigið, sigur Pætur Petersen við HB.fo.

Pætur Petersen hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot á besta liðnum hjá HB í ár, har hann er ein týðandi partur av framrættaða spælistílinum, ið hevur sítt vørumerki at leggja mótstøðuliðið undir stórt trýst.

– Hann hevur ment seg til ein tann dugnaligasta, offensiva presspælaran í Føroyum, og hevur eisini lyft sítt støði – bæði tekniskt og taktiskt. Við hansara hugburði og arbeiðsídni er hann, longu í einum ungum aldri, sera týðandi fyri tað mentan vit fegin vilja hava, sigur Jens Berthel Askou við hb.fo.

Umframt Pætur Petersen, so hava Daniel Johansen, Heri H. Mohr og Dan í Soylu eisini longt sáttmálan til endan av 2022. Sum skilst úr HB, so verða fleiri nýggir sáttmálar gjørdir komandi tíðina. HB spælir í kvøld í Sarpugerði móti Víkingi. Dysturin verður uttan áskoðarar, men FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.

Betri deildin 17. umfar:

Hósdagin 6. august:

B36-TB (18.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-NSÍ (18.00)

Víkingur-HB (19.00) Beinleiðis á FM1

EB/Streymur-KÍ (19.00)

Fríggjadagin 7. august:

AB-Skála (19.00) Beinleiðis á FM1

Stigatalvan: (Faroesoccer.com)

Nr.LiðDystirMálmunurStig
1.HB15+2740
2.15+2535
3.B3615+2634
4.NSÍ15+1832
5.Víkingur14+923
6.ÍF14-720
7.EB/Streymur14-2010
8.TB14-127
9.AB15-276
10.Skála15-391