Pætur J. Petersen legði KA á odda 1-0, tá KA á heimavølli vann 2-1 á Fylkir í tí minni steypakappingini í Íslandi, ið nevnist Lengjubikarinn.
Pætur skoraði málið tá bert tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
KA 2 - 1 Fylkir
1-0 Pætur J. Petersen ('47)
1-1 Hallgrímur Mar Steingrímsson ('62)
2-1 Benedikt Daríus Garðarsson ('63)
Komandi dysturin hjá KA í kappingini verður komandi leygardag móti Fjölnir á útivølli.