Pætur verður A-landsliðsvenjari hjá kvinnunum komandi fýra árini

Fótbóltssamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Pætur Smith Clementsen um at gerast venjari hjá kvinnulandsliðnum burturav

Mynd: Brynhild Absalonsen, FSF

FSF skrivar: 

 

Fótbóltssamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Pætur Smith Clementsen um at gerast venjari hjá kvinnulandsliðnum burturav

 


– Kvinnufótbóltur í Føroyum hevur verið í rívandi menning seinastu árini, og hetta síggja vit eisini aftur á kvinnulandsliðnum. Hesar seinastu mánaðirnar, har eg havi verið virkandi venjari hjá liðnum, havi eg veruliga merkt, hvussu kvinnulandsliðið hevur ment seg. Hugburðurin hjá leikarunum er framúr, og vit eru sannførd um, at stór úrslit eru fyri framman, sigur Pætur Smith Clementsen

 

Pætur Smith Clementsen, sum er 44 ára gamal og hevur UEFA PRO útbúgving, hevur verið tekniskur stjóri í FSF seinastu 10 árini. Í hesum starvi hevur Pætur havt ábyrgd av ítróttarliga virkseminum hjá FSF. Nú Pætur verður settur sum landsliðsvenjari hjá kvinnum, gevst hann samstundis sum tekniskur stjóri.

 

– Tíðin sum tekniskur stjóri í FSF hevur verið ótrúliga spennandi. Saman við feløgunum hava vit tikið týðandi stig innan menningina av føroyskum fótbólti. Ongantíð hava vit havt fleiri virknar leikarar enn í dag, og vit hava eisini met nógvar útbúnar venjarar. Í FSF hava vit bygt eitt sterkt fótbóltsumhvørvi, og eg kenni meg heilt tryggan við at geva uppgávuna víðari, nú eg fari í landsliðsvenjarastarvið.

 

Í UEFA Nations League kappingini, sum júst er endað, fingu Føroyar 10 stig. Christian Andreasen, FSF forseti, fegnast um, at avtala nú er gjørd við Pætur, so at byggjast kann víðari á góðu gongdina hjá landsliðnum.

 

– Tað hevur verið ótrúliga gleðiligt at fylgja kvinnulandsliðnum í ár. Liðið hevur avrikað sannførandi við góðum og undirhaldandi fótbólti. Í kappingini hava vit sett stigamet, og eg eri tí sannførdur um, at vit við Pæturi hava fingið júst rætta venjaran til kvinnulandsliðið.

 

Nýggja avtalan við Pætur Smith Clementsen er galdandi til ársenda 2029.

 

Tilgongdin at seta nýggjan tekniskan stjóra byrjar beinanvegin. Til nýggjur tekniskur stjóri er settur, røkir Pætur Smith Clementsen uppgávuna sum tekniskur stjóri afturat landsliðsvenjarastarvinum. Skrivar FSF. 

 

Mynd: Brynhild Absalonsen, FSF