Pál Joensen megnaði nú seinnapartin at vinna sær gull í 400 metra frísvimjing, tá ið hann á donsku meistarastevnuni á stuttgeil svam teinin uppá 3:46.43, aftanfyri Mads Glæsner á 3:41.81 og Anton Ørskov Ipsen á 3:45.94, skrivar svimjing.com í dag.
Tað var Mads sum legði hart út í kappingini, við Páli og restina aftaná sær, inntil Anton yvirhálaði Pál aftaná umleið 250 metrar. Frans Johannesen varð nummar 4 við tíðini 3:48.35, og hevur tí mest sannlíkt vunnið sær pláss sum triði maður á danska landsliðnum til EM í Herning á hesum teini, skrivar svimjing.com.
Alvi Hjelm helt sítt 7. pláss í finaluni, við eini eitt sindur verri tíð enn tá ið hann vann silvur í juniorkappingini í innleiðandi riðlunum í morgun, 3:57.08, skrivar heimasíðan at enda.
Úrslitalisti:
400 metra frí – menn:
1. Mads Glæsner 3.41.81
2. Anton Ørskov Ipsen 3.45.94
3. Pál Joensen 3.46.43
4. Frans Johannesen 3.48.35
5. Marcus Krøyer Svendsen 3.55.26
6. Anton Bromer 3.56.83
7. Alvi Hjelm 3.57.08
8. Frederik A. Mariegaard 4.01.27