Tríggir føroyingar ferðaðust í gjár til Qatarska høvuðsstaðin, Doha, har tey skulu luttaka á heimsmeistarastevnu í svimjing á stuttgeil. Kappingin fer av bakkastokki mikudagin í komandi viku, og heldur fram til sunnudagin 7. desember.
Tað vera tey trý Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, sum far at umboða Føroyar.
Undan kappingini hevur annars gingist føroysku svimjarunum væl uttanfyri Føroyar. Í farnu viku vunnu føroyingar nevniliga ikki færri enn níggju heiðursmerki á kappingarstevnu í Danmark.
Les eisini: 9 heiðursmerki í Danmark
Í donsku kappingini hevði Pál Joensen eisini megnað kravtíðina til finaluna á seinasta degnum á 1.500 metra teininum. Tó noyddist hann at taka seg úr finaluni, tí hann ikki kendi seg nóg væl fyri. Hildið var eisini tá, at Pál var varin, tí hann ynskti at vera væl fyri til HM kappingina í Doha.
Les eisini: Pál tók seg úr finaluni
- Størstu vónirnar eru ikki óvæntað til Pál í 1.500 frísvimjing, umframt møguliga eisini Pál í 400 metrum frí, sigur Svimjisambandið í tíðindaskrivi.
Tað verður fríggjadagin 5. desember, at Pál skal í Qatarska hylin á fyrsta sinni á 400 metra teininum, og sunnudagin 7. desember skal hann altso svimja 1.500 metrar frísvimjing.
- Vit vita ikki fyri vissu enn, um Pál er millum teir 8 við bestu tilmeldingartíðum, men har skuldi verið góður kjansur fyri tí. Sambært styrkislistanum hjá FINA fyri farna árið, er Pál fjórðskjótastur í heiminum, og tí skal nógv til áðrenn hann ikki er í besta riðli, sigur Svimjisambandið.