Pál Joensen og hinir svimjararnir, sum síðani mikudagin hava luttikið í HM kappingini á stuttgeil í Doha í Qatar, rigga nú av.
Í kvøld endaði Pál Joensen á fjórða plássi, tá ið hann kappaðist á 1500 metrum. Tá setti hann norðurlendskt met, og hóast hann hesa ferð ikki rakk heiðursmerkjaplássi, so sigur Pál seg vera stak væl nøgdan við avrikið:
-Eg havi einki metal við til hús, og eg endaði á fjórða plássinum, sum er tað minst hugaliga av øllum. Men tað var við góðum persónligum meti og kapping, sum bæði tekniskt og taktiskt var sera góð. Tí fari eg til hús bæði glaður og stoltur um, at arbeiðið hevur borið løn við sær. Royndirnar bera við sær, at eg ikki kenni meg koma tómhentan heim aftur, sigur Pál Joensen í kvøld á sínum facebook vanga, har tað streymar inn við góðum ynskjum.