Pál nummar seks

Pál Joensen bleiv nummar seks í 1500 metra teininum í EM á stuttgeil í Ísrael í dag

Pál Vitalis Joensen er í løtuni sætt besti svimjarin í Evropa á stuttgeil. Tað er staðfest, eftir at finalan í 1500 metrum frí hevur verið í Ísrael í dag.

 

Pál Joensen kom á mál sum nummar seks við tíðini 14:42.16. Vinnarin, Gregorio Paltrinieri, sett heimsmet við tíðini 14:08.06. Honum næstir komu Gabriele Dett, somuleiðis úr Italia, og Henrik Christiansen úr Norra.