– Toppurin verður allarhelst um einar 14 dagar

– Eg rokni við, at meira enn helvtin av fólkinum hava havt sjúkuna í endanum av februar, sigur Pál Weihe

– Eg eri eitt sindur optimistiskur og vóni, at vit á grækarismessu eru komin niður á slætt aftur.

 

Soleiðis sigur Pál Weihe, yvirlækni og koronuráðgevi, nú vit spyrja hann, hvat hann heldur um exit-strategiina hjá landsstýrinum. 

 

Herfyri kunngjørdi løgmaður, at komandi vikurnar verða koronuavmarkingar so hvørt tiknar burtur, og 1. mars liva vit aftur sum vanligt uttan nakrar avmarkingar yvirhøvur.

 

Men vit vita frá royndum, at koronusmittan er ring at rokna út, og tað er eisini ilt at vita, hvussu nógv eru smittað 1. mars. Pál Weihe heldur tó, at exit-strategiin er eitt fínt boð beint nú.

 

– Mín forsøgn hevur verið, at vit fara at liva nøkunlunda vanligt mitt í mars. So hatta er ein møguleiki, at tað kann fara at ganga soleiðis. Eg haldi í hvussu er ikki, at tað er heilt órealistiskt, sigur hann.

 

Pál Weihe heldur tó ikki, at vit skulu leypa framav og avtaka allar avmarkingar, um smittutalið fer at vísa seg at vera hægri enn væntað tá í mars.

 

 – Eg havi mælt til, at vit eru varin eitt sindur enn, so for nógv fólk ikki verða sjúk í senn. Vit skulu jú gjarna sleppa undan innleggingum. Tí eru avmarkingar neyðugar enn, so vit ikki bara lata smittuna breiða seg, sigur hann.

 

Smittutølini hava verið methøg seinastu dagarnar, og hendan gongdin fer helst at halda fram, roknar læknin við. Av tí sama sær hann eisini exit-strategiina hjá løgmanni sum eina optimistiska loysn.

 

– Eg rokni við, at meira enn helvtin av fólkinum hava havt sjúkuna í endanum av februar. Toppurin verður allarhelst um einar 14 dagar. Tá kunnu saktans fara upp í 1000 um dagin. Men tað veldst jú um, hvussu nógv verða testað, sigur hann.