Håkan Ericson hevur í dag úttikið hópin til EM-undankappingardystin móti Moldova leygardagin 24. mars, og venjingarlandsdystin móti Norðurmakedónia, sum verður 27. mars.
Størstu søgurnar eu nokk, at Páll A. Klettskarð úr KÍ er aftur á landsliðnum, meðan Gunnar Nielsen ikki er við, nú hann einki felag hevur. Páll A. Klettskarð hevur verið eitt kjakpunkt í fleiri ár, tí hann ikki hevur vunnið sær pláss á landsliðnum, hóast hann hevur verið fremsti maður hjá KÍ. Gunnar Nielsen hevur ikki tikið støðu enn, um hann heldur fram at spæla fótbólt. Hann er í løtuni uttan nakað felag.
Fleiri av profilunum eru ikki við hesaferð. Hallur Hansson og Brandur Hendriksson er langtíðarskaddir, og Jóan Símun Edmundsson hevur ikki spælt í eina tíð. Hann hevur trupulleikar við knænum.
Av øðrum kunnu nevnast Jóannes Bjartalíð, sum fekk ein skaða stutt eftir skiftið til norska Fredrikstad FF. Ein annar er Sonni Ragnar Nattestad. Annars er talan um spælarar, sum hava spælt á landsliðnum fyrr.
Hópurin:
Teitur M. Gestsson, HB
Mattias H. Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Daniel Johansen, FC Fredericia
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andrias Edmundsson, Águilas FC
Jákup B. Andreasen, KÍ
Noah Hans Mneney, Bryne
Meinhard E. Olsen, Mjøndalen
Mads B. Mikkelsen, KÍ
Ári M. Jónsson, HB
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers
René Shaki Joensen, KÍ
Klæmint A. Olsen, Breiðablik
Patrik Johannesen, Breiðablik
Páll A. Klettskarð, KÍ
Pætur Petersen, KA Akureyri