14. og 17. november vera tveir teir síðstu landsdystirnir í Nations League. Føroyar fara at spæla á útivølli ímóti Armenia og Norðurmakedonia, og tað sær út til, at toppskjúttin í føroysku kappingini Páll A. Klettskarð nú er tøkur at spæla á landsliðnum.
Í samrøðu við dimma.fo sigur Páll A. Klettskarð soleiðis:
-Tað hevur altíð kenst at vera ein heiður at umboða Føroyar. Fyrrverandi venjarin gav greitt til kennar, at hann hevði aðrar betri skikkaðar álopsspælarar, og tað kundi eg sum spælari ikki annað enn taka til eftirtektar. Nú er talan um nýggja støðu, og um eg nú hevði fingið landsliðsboð, so hevði eg tikið av, sigur Páll A. Klettskarð.
Meiri er at lesa her
https://www.dimma.fo/grein/pall-aetlar-saer-a-landslidid