Páll Fangi róði frá hinum

6-mannafør menn: Sundabáturin megnaði ikki at taka Páll Fanga, sum var sera drúgvur

Tað eru bátar, ið ikki vunnu fyri einari viku síðani á Skála, sum vinna kappróðrarnar eystaru megin á Skálafjørðinum í dag.

 

Nú vóru tað ungu menninir umborð á Páll Fanga hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum vunnu kappingina millum 6-mannaførini.

 

Saman við Gongurólvi, Sundabátinum og onkrum øðrum fekk Páll Fangi góðan start, og tað vísti seg, at teir á Páll Fanga vóru dyggari og drúgvari, enn allir hinir kappingarneytarnir vóru.

 

Sundabáturin vann fyri einari viku síðani, og teir á Sundabátinum royndu at gera eina atsókn, tá ið tað vóru einir 300 metrar á mál. Tá dróg tað eitt sindur saman, men so svaraði Páll Fangi aftur, og tá ið fremsti bátur fór um málið, var Páll Fangi tað mesta av einari bátslongd undan Sundabátinum.

 

 

 

1Páll Fangi05:08.33700
2Sundabáturin05:10.07600
3Smyril05:15.32500
4Strálan05:21.05400
5Gongurólvur05:21.28300
6Hósvikingur05:21.42200
7Víkingur05:22.29100
8Hvessingur05:26.23000
9Romvlvs05:38.47000