Páll Finnur Páll kenna seg misbrúktar

Uttan at verða eftirspurdir er eitt lag hjá Páll Finni Páll givið út á fløgu. – Í okkara heimi er talan um stuldur, sigur Páll Oddur Rubeksen

Beint uppundir festivalin MíttLand í Keypmannahavn fyrsta vikuskifti í september, góvu fyrireikararnir av festivalinum út eina fløgu við heitinum »Kendar Røddir: Sangir vit elska«.

 

Á hesari fløgu vóru kendir føroyskir sangir, og ein teirra var »Mín Russiski Vinur« frá bólkinum Páll Finnur Páll. Men eigarin av lagnum, Páll Oddur Rubeksen, visti als einki um nakra fløgu, fyrr enn miðlarnir skrivaðu um hetta.

 

– Vit hava ikki framført á festivalinum, og hava einki tilknýti til festivalin. Tí kom tað sum ein skelkur, tá vit lósu í miðlunum, at lagið hjá bólkinum var við á savnsfløguni, sigur Páll Oddur Rubeksen, sum vísir á, at Páll Finnur Páll ongantíð áður hava upplivað nakað líknandi.

 

Siðvenja er, at tann, ið eigur rættindini til lagið, ger eina avtalu við útgevaran. Men soleiðis var ikki hesaferð. Og menninir í Páll Finnur Páll eru alt annað enn blíðir um hendan leistin, sum MíttLand hevur valt.

 

– Hesin leisturin, sum Míttland hevur valt, vísir júst hvønn hugburð fyriskipararnir hava til listarliga arbeiðið hjá tónleikarunum. Valið er ómoralskt og niðrandi, heldur Páll Oddur Rubeksen.

 

Hann vísir á, at menninir handan Páll Finnur Páll altíð hugsa seg væl um áðrenn teir leggja navn til eina fløgu.

 

– Tí er tað sera óheppið, at eitt lag hjá okkum endar á eini lættikeypsvøru, heldur Páll Oddur Rubeksen.

 

Menninir í Páll Finnur Páll halda, at MíttLand beinleiðis hevur stolið.

 

– Í okkara heimi er talan um stuldur, har fyriskipararnir av festivalinum brúka millum annað okkara vøru fyri at tjena sær nøkur oyru, sigur sangskrivarin.

 

Tá ið teir í Páll Finnur Páll frættu um fløguna, prátaðu teir allir saman fyri at finna útav, um onkrir misskiljingar høvdu verið innanhýsis, síðani lagið var útgivið á savnsfløguni.

 

Teir funnu útav, at eingin teirra visti um hesa fløgu, og tískil royndu teir at seta seg í samband við festiavalfyriskipararnar. Hetta fyri at fáa eina frágreiðing og fyri at fáa fløguna av handsilhyllunum.

 

Men hetta vísti seg at vera torført, tí eingin av fyriskiparunum vildi svara teimum, hóast fleiri skrivligar fyrispurningar.

 

Tá teir ikki fingu svar frá fyriskiparunum av MíttLand, valdi teir at seta seg í samband við Koda.

 

– Koda hevur síðani staðfest, at útgevararnir ikki hava goldið til NCB. NCB skal altíð, vegna tónleikarar, góðkenna allar umsóknir til fløguútgávur. Aftur her sæst, hvønn hugburð tónleikafyriskiparnir handan Míttland hava til rættindini hjá tónleikarunum. Útgevararnir kunnu tí vænta sær at hoyra frá NCB, sigur Páll Oddur Rubeksen at enda.