Páll Klettskarð leingir við KÍ

Effodeildin: Í Klaksvík gera tey longu klárt til kappingarárið 2014.

 

Sambært ki.fo hevur toppskjútti felagsins, Páll A. Klettskarð longt sáttmálan við KÍ í tvey ár, so hann spælir fyri barndómsfelag sítt í 2014 og í 2015.

 

Við heimasíðu felagsins sigur formaðurin, Tummas Lervig: - Vit ynska, at okkara bestu leikarar kenna seg væl í felagnum, og eg eri sera fegin um, at Páll hevur skrivað undir nýggja sáttmálan. Páll er fult uppiborið komin á landsliðið, eftir framúr avrik fyri KÍ seinastu tvey árini. Hetta er samstundis eini boð til hinar KÍ leikararnar, at landsliðsúttøka er møgulig, um neyðug orka og tíð verður sett av.