Páll kom og sá og sigraði

Eftir deydligan fyrra hálvleik var tað síðsta hálva tíman sera undirhaldandi, tá ið KÍ við 2-1 sigri – fyribils í hvussu so er – sendi javnaldurin úr FM stríðnum

Páll A. Klettskarð varð skiftur inn, og so skoraði hann eftlir fínt innlegg frá Jóannesi K. Danielsen 2-1 sigursmálið

Veðrið var frálíkt, og spenningurin var stórur, men tað tók sína tíð, áðrenn intensiteturin og undirhaldið kom til kennar, sum tað verður roknað við, at tað skal vera, tá ið tvey tey bestu fótbóltsfeløgini hittast.

 

Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað var sjáldan, at talan var um hugflogsríkar samanspælingar og gjøgnumbrot. Partarnir høvdu heilt stóra virðing fyri hvørjum øðrum, og dentur varð meiri lagdur á verjupartin enn á álopspartin.

 

Árni Frederiksberg var í góðari støðu, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru og í góðari støðu royndi seg, men Bjarti Vitalis Mørk bjargaði meistarliga væl. Og í hinum endanum var miðvallarin Emil Berger næst við, tá ið hann eftir horna úr vinstru og í góðari støðu við handara stólpa við høvdinum sendi bóltin skeivu megin stólpan.

 

Eftir steðgin var nógv meiri ferð á, og serliga eftir at ein tími var farin.

 

Tá vóru tvey mál skorað eftir lítlari løtu. Hornaspørkini hjá Árna Frederiksberg høvdu riggað illa, men hann vísti sjálvsálit og helt fram, og so eydnaðist tað. Knappur tími var farin, tá ið hann knallaði bóltin dygst inn við nærra stólpa, og har rakti bólturin í HB málverjan, tá ið hann var farin inn um málstrikuna.

 

Klaksvíkingar og norðoyingar á og kring vøllin fegnaðust, men bara tveir minuttir seinni lá bólturin í KÍ málinum. Við handara stólpa og úr stuttari fjarstøðu var Adrian Justinussen málskjútti eftir innlegg av brotsteigarsamankomingini í høgru. Stutt eftir málið noyddist Adrian Justinussen skaddur av vøllinum, og tað kom illa við hjá HB.

 

So vóru tað teir í HB leguni, sum fegnaðust, meðan Páll A. Klettskarð varð skiftur inn á KÍ liðið. Og sum so mangan áður varð tað Páll A. Klettskarð, ið átti sigursmálið, og styrkti um sína støðu í FM kappingini og styrkti um sína støðu á máltindum.

 

KÍ var í 3-4-3 uppstilling, og vongbakkur í høgru var so sera væl upplagdi Jóannes K. Danielsen. Tað restaðu ellivu minuttir, tá ið Jóannes hegnisliga og frammarlaga í høgru tamdi bóltin, sneiddi seg leysan og smekkaði flatt frá baklinjuni, og so var tað Páll, sum rann seg í røttu støðuna og stýrdi bóltin í málið.

 

-Eg má rósa spælarunum fyri góða hugburðin, sum teir vístu, men eg eri ikki nøgdur við leikliga avrikið. Tað átti at verið betri, tí tað var ikki nóg góður friður á spælinum, sigur Magne Hoseth, venjari hjá KÍ, í samrøðu við Trónd Arge hjá Televarpinum, og hann heldur fram:

 

-Enn er langt á mál, og í hesum tørninum eru sjey dystir eftir, áðrenn tað verður landsliðssteðgur. Nú hava vit fokus á dystinum mánakvøldið ímóti B68. Eg havi longu sett liðið, sum fer at spæla tann dystin, og tað vera fleiri broytingar, tí tað er so stutt millum dystirnar, at tað er neyðugt at skifta og hvíla, sigur KÍ venjarin.

 

-Vit eru vónbrotnir, tí spælið hjá okkum lagaði seg ikki soleiðis, sum vit høvdu vónað. Sum báðu ferðirnar fyrr í ár, so var tað sera stætt. KÍ er eitt gott lið, sum tað er torført at vinna málmøguleikar ímóti, og aftur í kvøld koppaði tað teimum til fyrimunar, og tað eru vit vónbrotnir nú. Hjá okkum ræður tað um at fokusera á næstu uppgávuna og at vinna alt tað, sum er eftir, sigur HB miðverjin Bartal Wardum, sum var sera eyðsýndur í kvøld.

 

Týskvøldið fær HB vitjan av Víkingi.

 

 

 

HB – KÍ 1-2 (0-0)

 

0-1: Árni Frederiksberg 60.

 

1-1: Adrian Justinussen 62.

 

1-2: Páll A. Klettskarð 79.

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ári Mohr Jónsson – Emil Berger, Heðin Hansen (Jákup L. Thomsen, 81.), Dan í Soylu (Heri Hjalt Mohr, 86.) – Mathias Præst Nielsen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen (Áki D. Samuelsen, 70.)

 

KÍ: Nils Jonatan Johansson – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Deni Pavlovic – Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson (Páll A. Klettskarð, 61.), Jákup B. Andreasen, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, Luc Kassi (Børge Petersen, 84.)­­­­­­­, Mads Bo Mikkelsen (Issah Ahmed Latif, 84.) 

 

Gult kort: René Shaki Joensen, Odmar Færø, Jákup B. Andreasen

 

201811511455
B36211614461749
HB211524571747
Víkingur211335522042
07 Vestur21948343231
EB/Streymur206212223720
B68214611213718
TB214413134616
ÍF214017195812
AB213117165310

 

 

 

Leygardagin 16. september

 

ÍF – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

Sunnudagin 17. september

 

EB/Streymur – B36: Alex Troleis kl. 15.00

 

AB – TB: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

Mánadagin 18. september

 

KÍ – B68: Heini Ziskason Viðoy kl. 18.00

 

Týsdagin 19. september

 

HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

 

Páll A. Klettskarð varð skiftur inn, og so skoraði hann eftlir fínt innlegg frá Jóannesi K. Danielsen 2-1 sigursmálið