Páll sendi KÍ upp á trónuna

Gestirnir úr B36 vóru væl upplagdir og góvu nýklæktu meistarunum dygga mótstøðu, áðrenn meistararnir vístu, hví teir eru ovast á stigatalvuni

Tað er fýrverk og fagnaður í heimaleguni í Klaksvík. Í góða heystarveðrinum og fínu karmunum eydnaðist tað KÍ at vinna 3-1 ímóti B36. KÍ restar tríggjar dystir, men í kvøld er tað greitt, at klaksvíkingar hava vunnið FM í 2021.

 

B36 var gestur, og frá fyrsta bríksli sást tað, at teir í árstalsfelagnum høvdu nógv at spæla fyri. B36 legði ágangandi fyri, og Dan Brimsvík og hansara menn vóru fyrstu løtuna omaná á miðvøllinum. Meðan KÍ var í klassiskari 4-4-2 útgávu, so hevði B36 í útgangsstøðu tríggjar á sentrala miðvøllinum, og tað bar við sær, at gestirnir fyrstu løtuna høvdu betur tak á fótbóltsspælinum.

 

B36 legði seg eftir sera snilda hornasparksstøðu í høgru á odda 1-0, tá ið aftur í kvøld eyðsýndi Andras Johansen setti bóltin í handara síðunetið, eftir at Alex Mellemgaard við horna hevði lagt bóltin inn ímóti nærra stólpa.

 

KÍ spælið var hesa løtuna ikki so sannførandi, sum tað so mangan higartil í ár hevur verið, men so fór tað smátt um smátt at vísa seg, hví KÍ er so suverent topplið.

 

Mikkjal Thomassen hevði av álvara toppað liðið í kvøld. Tað vóru teir á liðnum, sum hava verið roknaðir at vera teir stinnastu.

 

Ein teirra er Páll A. Klettskarð, sum er maðurin, ið hevur skorað fleiri mál enn nakar annar í bláu KÍ troyggjuni. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, varð Páll klappaður av vøllinum og avloystur av Dávid Langgaard.

 

Tað var so sjálvsagt, at Páll var klappaður av vøllinum. Tá ið KÍ í 2019 vann FM, var tað Páll, sum skoraði fleiri av avgerandi málunum, og aftur í kvøld var hann heilt avgerandi. Páll javnaði til 1-1, tá ið seinni hálvleikur var 18 minuttir gamal. Hann stakk seg fram og stýrdi bóltin í málið, eftir at Jóannes Bjartalíð legði innfyri, og eitt korter undan leikloki var hann á rætta stað í røttu løtu og stýrdi eftir innlegg úr vinstru frá Jákupi B. Andreasen við høvdinum bóltin í málið.

 

Tá hevði B36 verið undirmannað í tveir minuttir, tí Martin Agnarsson sá reyða kortið eftir vandamikla takling.

 

B36 vísti fínan hugburð, og B36 royndi av álvara at svara aftur, men tað eydnaðist ikki. KÍ er FM vinnari fyri 19. ferð, og undan trimum teimum seinastu dystunum er KÍ framvegis ósigrað

 

Í síðstu sekundunum var tað innskifti Jonn Johannesen, sum staðfesti 3-1 sigurin og FM heitið. Hann varð spældur leysur av Deni Pavlovic, og nú fegnast klaksvíkingar, norðoyingar og KÍ fjepparar kring allan heimin um, at KÍ fyri 19. ferð er føroyameistari.