Bólkarnir, ið luttaka á Asfalt um vikuskiftifáa onga beinleiðis samsýning fyri at spæla, men ístaðin flytur Asfalt eina upphædd á konto til frama fyri einum spælistað í Havn
Í mun til hinar festivalarnar setur Asfalt føroyskar tónleikarar og tónleikalívið ovast á dagskránna. Og ongin útlendskur bólkur verður við. Asfalt er eitt átak, at hátíðarhalda og stuðla føroyska tónleikalívinum, og virka framímóti at fáa eitt spælistað. Bólkarnir, ið luttaka fáa onga beinleiðis samsýning fyri at spæla á Asfalt, men ístaðin flytur Asfalt eina upphædd áljóðandi 3.000 DKK fyri hvønn bólkin inn á eina bankakontu, Allur peningurin, ið fer inn á hesa kontu, skal brúkast til at arbeiða víðari við ætlanini um ein tónleika-miðdepil ella spælistað í høvuðsstaðnum.
Henda tilgongd er somikið væl dámd, at 46 bólkar hava avgjørt at luttaka á tiltakinum, og hesir fevna frá Tungmálms bólkum til kristiligar trubadurar, frá kórum til punkbólkar og frá jassi til rokk, bert fyri at nevna okkurt smávegis, ið hendur á teimum fimm pallunum.
Asfalt er eitt gylt høvi at uppliva, hvat føroyskur tónleikur hevur at bjóða í løtuni. Her eru nógv nýggj og spennandi nøvn, men sanniliga eisini kend og fólkakær nøvn, sosum Martin Joensen, Hanus G. Johansen, Heine Lützen, Magni Christiansen og The Dreams.