Páll var fimmfaldur málskjútti

8-0 KÍ sigurin á heimavølli ímóti Skála er tann størsti yvirhøvur í ár

24 ára gamli KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen hevur vunnið fast pláss á landsliðnum, og í KÍ er miðvallarin lyklaspælari og ein av bestu spælarunum yvirhøvur í Føroyum.

 

Júst nú hevur hann tikið ímóti FM steypinum, sum FSF formaðurin Christian Andreasen handaði honum og KÍ. Hetta er triðja ferðin, at Jákup B. Andreasen tekur ímóti FM steypinum.

 

Undan dystarbyrjan var tað greitt, at KÍ var meistari, og at hetta var í hesum umfarinum síðsti dystur hjá Skála í bestu deildini.

 

KÍ legði øgiliga bragdliga fyri, og áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var KÍ frammanfyri 4-0. Heilt merkisvert var tað, at Páll A. Klettskarð skoraði øll fýra málini í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki skoraði hann eitt aftrat. Hinir KÍ málskjuttarnir vóru Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic og Jóannes Bjartalíð.

 

8-0 er størsti sigur yvirhøvur í landskappingini í ár.

 

Leygardagin fer KÍ á Tórsvøll at spæla steypafinalu ímóti Víkingi.