Tíðindaskriv
Sum kunnugt er stórur tørvur á hagtølum, sum kunnu lýsa føroyska samfelagið. Bæði í samfelagsgransking, í almennari fyrisitng og í vinnulívinum hevur tað alstóran týðning at fáa álítandi tøl at arbeiða við.
27.-29. mars verður ráðstevna hildin í Havn, har 17 granskarar úr øllum norðurlondum fara at hittast at tosa um, hvussu vit kunnu skipa hagtøl um vælferð, arbeiðsmarknað og javnstøðu, so at tey í granskingarhøpi eru sambærilig um landamørk.
Føroyska støðan er serliga trupul, tí her eru stór hol í hagtalsgrunninum. Ikki vita vit, hvønn førleika og hvørjar útbúgvingar fólk hava her á landi, lítið um hvussu arbeiðsmarknaðurin er samansettur, um umsorgan av børnum og gomlum, osfr. Tí skipa Hagstovan og Fróðskaparsetrið fyri tveimum almennum fundum undir ráðstevnuni. Her fara serfrøðingar at halda fyrilestrar, pallborð verður við føroyskum luttakarum, og alment orðaskifti um málið.
Fyrri fundurin verður hósdag 27. mars kl 19.00 í Sjómansskúlahøllini.
Skrá sær soleiðis út:
1. Fyrilestur: mag.soc. Kari Skrede, granskingarstjóri fyri demografi- og livikorsgransking á Statistisk Sentralbyrå í Noregi.
2. Beinta í Jákupsstovu, cand.polit, Høgskolen i Molde, greiðir stutt frá støðuni í Føroyum
Stuttur kaffisteðgur
3.Pallborð og orðaskifti.
Fundarstjóri:
Malan Marnersdóttir, rektari fyri Fróðskaparsetri Føroya.
Pallborðsluttakarar:
Hermann Oskarsson, cand. polit., stjóri á Hagstovu Føroya, Annika Wardum Joensen, cand.negot., forkvinna í Javnstøðunevndini, Susanne Johanson, fil.dr., granskari við uni-versitetið í Kalmar, Kjartan Ólafsson, sosiologur á granskarstovninum á universitetinum í Akureyri
Seinni fundurin verður fríggjadag 28. mars kl 14.00 í Sjómansskúlahøllini. Tá verður evnið: Hvussu fáa vit tøl sum lýsa livikor, javnrættindi og arbeiðsmarknað?
Skráin sær soleiðis út:
1. Fyrilestur: Paul Inge Severeide, leiðari fyri fólka- og bústaðarteljingini, sum Statistisk Sentralbyrå gjørdi í Noregi í 2001.
2. Hans Pauli Strøm, sosiologur, Hagstova Føroya, hevur stutt upplegg um tørvin á einari (síðstu) fólka- og bústaðarteljing í Føroyum.
Stuttur kaffisteðgur
3. Pallborð og orðaskifti.
Fundarstjóri:
Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni
Pallborðsluttakarar:
Birger Poppel, stjóri á Grønlands Statistik, Jógvan Mørkøre, cand.scient.pol., Fróðskaparsetur Føroya, Petra Joensen, stjóri á Almannastovuni, Bjørgfríð Ludvig, cand.scient.adm., Vinnuhúsið
Hagstovan, Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum og føroysku umboðini í tí norðurlendsku verkætlanini skipa fyri ráðstevnuni í Havn. Fíggjarstuðul er fingin til vega frá Almannamálaráðnum, Familju- og heilsumálaráðnum, Vísindagrunni Sparikassans og Vinnulívsgrunninum.
Hetta er ein partur av trý ára norðurlendskari verkætlan, sum partvís er stuðlað av Nordisk Ministerråd, partvís av teimum ymisku granskingarstovnunum, har hesi fólk arbeiða.Útlendskir gestir sum koma til Granskingarráðstevnuna um vælferðarhagtøl
Frá Statistisk Sentralbyrå, Oslo:
1.Kari Skrede, Forskningssjef, leder for seksjon for Demografi og levekårsforskning
2.Per-Inge Severeide,
Prosjektleder for Folke- og boligtellingen 2001
Frá Grønlands Statistik, Nuuk:
3.Birger Poppel
Statistikchef
Umboð fyri "Vælferdsprogrammet", Nordisk Ministerråd:
4.Steinar Kristiansen, rådgiver, Norges Forskningsråd, Oslo
Frá verkætlanini "Women leave, men remain?" (stuðlað gjøgnum "Vælferdsprogrammet"):
Úr Grønlandi:
5.Wolfgang Kahlig
Lektor, Institut for Administration, Ilisimatusarfik/Grønlands Universitet, Nuuk
Úr Íslandi:
6.Kjartan Ólafsson
Sosiologur, Rannsóknastofnun Háskólans á Akureyri
7.Hjørdis Sigursteinsdóttir
Sosiologur, Rannsóknastofnun Háskólans á Akureyri
Úr Noregi:
8.Anna-Karin Berglund, leiðari fyri verkætlanina
Fil.Dr. kulturgeografi, NORUT Finnmark, Alta
9.Britt Kramvig, cand.polit, sosialantropologi, NORUT Finnmark, Alta
10.Birgit Abelsen, cand. scient, NORUT Finnmark, Alta
11.Inge Berg Nilssen Forsker, Norut Finnmark, Alta
12.Kirsten Stien cand.polit, Barnevernets utviklingssenter i Nord-Norge, Tromsø Universitet
Úr Svøríki
13.Susanne Johansen, Fil.dr. Kulturgeografi, Kalmar Universitet
14.Marie Nordfeldt Fil.dr. Kulturgeografi, Sköndalsinstitutet, Stockholm
15.Susanne Stenbacka Fil.dr. Kulturgeografi, Kulturgeografiska Institutionen, Uppsala Universitet
Úr Finnlandi
16.Liisa Westman, PhD, avd. sos.pol., Universitetet i Joensuu
Fyri Føroyar
17.Beinta í Jákupsstovu, cand.polit. statsvitenskap, lektor, Høgskolen i Molde, Noreg