Tað eru nú fimti ár síðan tann gávuríki arkitekturin og listarmaðurin Palli Gregoriussen byrjaði teknistovuna undir trongum lonum í miðbýnum í Havn.
Hann var liðugur sum arkitektur á Det Kongelige Danske Akademi´s Arkitektskole summari 1960 og kom heim til Føroyar hetta summari og byrjaði egið virkið 10. Mars 1961.
Góði Palli, lærumeistari, kollega og vinur, eg vil fyrst ynskja tær hjartaliga tillukku við 50 ára starvsdegnum.
Sigast má, at tú hevur sett spor eftir teg, her hugsi eg serliga um teir mongu bygningarnar tú teknaði, ofta við støði í rustikkum føroyskum byggisiði, men eisini tað, tú hevur avrikað í tekningum tey nú mongu seinastu árini í Føroyum og í útlandinum, og serliga bøkurnar um kirkjurnar, tú hevur greitt úr hondum, hava haft týdning fyri føroyska byggisøgu. Eg komi at hugsa um ein annan føroyskan listamann – William Heinesen - sum byrjaði at gera pappírsklipp, tá ið hann var 70 ára gamal, og hvat hann legði eftir seg, so her er helst nógv eftir.
Síðan eg var hálvvaksin, havi eg vita, hvør tú vart og gloymi ongantíð framsýningarnar við tekningum og modellum av nýggja bókasavninum og nýggja býráðshúsinum, sum tá var ætlanin at byggja - minnist meg rætt var framsýningin í Føroya Banka.
Hatta var íblástur fyri meg.
Tað var um hetta mundi eg var blivin hugtikin av amerikanska arkitektinum Frank Lloyd Wright, og sum eg veit, tú eisini heldur so nógv av – hann sigur onkustaðni hetta:
The longer I live, the more beutiful life becomes.
Tú hevur latið mong megnarverk úr hondum; eitt er tilbygningurin til grótbygningin hjá Føroya Sparikassa í miðbýnum. Her hevur tú duga kynstrið at samansjóða tann fína grótbygningin, sum ættarmenn tínir tilevnaðu, við nýggjan arkitektur – eitt avreksverk innan tilbygging í Føroyum, inspirerað av teim kendu altjóða arkitektunum – mann sær bæði Alvar Alto og Arna Jacobsen aftur í hesum verki.
Postverkið í Klakksvík er annað verk, sum eisini kemur at standa eftir seg í føroyskari byggilist, og eisini sethúsakappingina, sum Sparikassin skipaði fyri, til tess at gera eina roynd at hækka byggilistina innan sethúsabygging, sum tú vann. Her hevur tú skapa eini rustikk hús við rót í føroyskum og skandinaviskum byggisiði – sera hegnisliga tilevna bæði í formi og funktión.
Her hevur tú helst kunna sanna orðini hjá Frank Lloyd Wright:
Form follows function - that has been misunderstood. Form and function should be one, joined in a spiritual union.
Hesi húsini, saman við nógvum øðrum húsum, sum tú hevur teknað, hava verið fyrimyndin til óteljandi sethús kring alt landið.
Eg kundi nevnt nógvar aðrar væl úr hondum greiddar bygningar, sum tú hevur latið úr hondum, og sum hava slóða fyri so nógvari aðrari nýbygging og verið fyrimynd hjá okkum, sum eru komin eftir teg.
Tað var fyrst í 1976 eg byrjaði hjá tær (hevði eisini undir lesnaðinum arbeitt í summarfrítíðini á teknistovuni).
Tá var teknistovan í sethúsunum við Heygsvegin – teknistova og heimið hjá tykkum gingu saman í eitt, og minnist eg hesa tíð við gleði, Tove, sum ikki er millum okkum longur, gjørdi arbeiðsplássið til nakað ser-ligt, og altíð fingu við gott kaffi og okkurt afturvið. Morgunin kundi verða nakað rokmikil – samstundis sum vit komu til arbeiðis, gjørdi Tove børnini klár at fara í skúla, og Palli var standby at koyra.
Hugnaligt var hjá tykkum og nógv fólk, umframt tey í arbeiðsørindum, komu á gátt.
Serliga minnist eg menn sum Tommy Arge, Ólavur Mikkelsen, Viljormur Patursson, Sverri Dahl og onkuntíð Frazer Eysturoy og onnur – næstan altíð fólk, sum onkursvegna høvdust við list og mentan – intelligensiain í Havn.
Prátið á teknistovuni var pregað av ansinum fyri list generelt, og serliga føroyskari mentan og list, og ofta var eisini politikkur havdur á lofti, Palli er tjóðskaparsinnaður – ein rættur fullveldismaður, onki himpr – og uppundir val, plagdu vit á teknistovuni at gera plakatir fyri tjóðveldisflokkin , eitt ítriv, teknistovan hjá okkum seinni arvaði.
Palli hevur eisini verið úti fyri stórari sorg, tá hann alt ov tíðiliga misti sína kæru konu Tove, men eisini kom hann ígjøgnum henda miss við hjálp frá sínum kæru.
Palli er góður kvøðari, tað er honum í blóðið borið, og av og á kundi hann tríva í okkurt ørindi. Onkrar morgnar kundi hann stillisliga tríva í eitt sálmalag, tá gjørdist røddin serliga yndislig og følin.
Eisini vandaði hann sær um málið, og kravdi av okkum, at vit vóru góð við móðurmálið.
Tað var stuttligt at arbeiða hjá tær, tí vit fingu loyvi at royna okkum og krøv vóru sett, uttan at tað virkaði ovbyrjandi.
Palli tú ert ein maður av fáum orðum í tí dagliga, kanska skuldi mann sagt stuttorðaður, men mann vitsti altíð, hvat hann meinti við, hóast talan ofta ljóðaði sum gátur - aftanfyri lá ein stillisligur humor - men hetta skuldu vit venja okkum við, og tað merktist í arbeiðinum t.d. tá ið mann vildið hava hansara viðmerking, kundi hann hyggja eitt sindur at tekningini og so hetta”er tað gott” tá vitsti mann at arbeiðast skuldi meira við málinum, segði hann haraftur ímóti ” hatta er gott, ha ” so var í lagi ella á leið, men altíð var líkasum ein yvi hjá honum, sum fekk okkum at gera okkara besta - her vart tú okkum góður kveikjari.
Einaferð Sverri Dahl, Palli og eg vóru í Klakksvík, letur í Palla, tá ið vit koyra framvið posthúsinum og Sverri spyr um henda bygning, svarar Palli stutt: ”Ein undomssynd” - Deiligt posthús” sigur Sverri og so var ikki meira sagt um tað.
Sum sagt, Palli er stuttorðaður maður, og her er dømi um hetta: Ein dagin Palli kom at vitja meg undir fjalli - tað var heldur langt síðan, eg hevði vitja hann - helt hann fyri, beint áðrenn hann fór avstað aftur ”Eg havi mótbrekku og tú hevur undanbrekku” so stutt kan tað sigast: kom f.h. og vitja.
Tá ið Palli skuldi projekterað tað nýggja Landsbókasavnið, bleiv eitt verkfrøðingafelag sett til at hava projektleiðsluna - slíkt hendir bara, tá ið byggiharrin onki hevur skilt av uppgávuni. Ná men Palli gjørdi sín part av arbeiðinum og skuldi oman til verkfrøðingastovuna at framleggja projektið - nakað seinni kemur hann inn á teknistovuna, har vit øll sótu, legði tekningarnar á borði og segði bert ”Er hetta pent” og vísti til undirstrikingarnar við reyðum blýanti, sum somu verkfrøðingar høvdu sett sum rættingar í tekningarnar – sum tá ið lærarin í barnaskúlanum rættar matematikk ella stíl.
– Eg trúði tá, at handa tíðin var farin – men so er ikki, tvørturímóti.
Hetta er bert eitt dømi um, at Palli hevur haft sítt at stríðast við hesi 50 árini, hann hevur virka sum arkitektur – ikki hevur altíð verið lætt at vera einsamallur.
Nú er vent í holuni, tað var í 1981, at vit mettu, at nú vóru so nógvir arkitektar, at tíðin var búgvin at stovna eitt arkitektafelag. Fyrsta stigið til Arkitektafelag Føroya varð tikið á fundi úti hjá Palla, Gunnar Hoydal fekk til uppgávu at snikka felagsins lógir. Síðan var tann fyrsti aðalfundurin hildin í Perluni….. og bleiv Árni Winther fyrsti formaður felagsins.
Eisini í arkitektafelagnum hevur tú gjørt eitt gott arbeiði og hevur fyri okkum tá ungu verið góður ráðgevari og mentor.
At enda, hvør er Palli - Palli er sum grógvin úr tí føroyska jørðildinum, eitt sindur av einum huldumanni ella tussa, men altíð trúgvur móti sínum, Palli er eisini eitt rennecansumenniskja, gentlemaður, sum hevur evni at skapa nakað nýtt og viðhvørt er hann, tá ið ástendur, ein sannur fríbyttari og pirat ella sum Tommy Arge einaferð segði: Palli er alt møguligt.
Góði Palli eg farið við hesum orðum at enda við enn einaferð at ynskja tær tillukku og all the best á lívsleið tíni nú tú hevur fingið trygga havn á ovastu hædd í Dr. Jakobsensgøtu saman við Anne Marie.
---------------------
Vinmaður tín
Albert Isfeld