– Allar tekningarnar eru teknaðar at staðnum. Tað dámar mær best, og eg haldi, at tú fært nógv meira burtur úr við at tekna á staðnum, sigur Palli Gregoriussen.
Hann leggur afturat, at tú lærir so nógv av at tekna á staðnum.
Palli Gregoriussen er útbúgvin arkitektur í 1960 og stovnaði saman við øðrum Arkitektafelag Føroya í 1981. Hann fylti 80 ár 24. apríl í ár.
Hann er kendur sum arkitekturin, sum hevur sett sín serliga dám á byggilistina í Føroyum, bæði sethús, skúlar og nógvar aðrar spennandi bygningar til dømis Listaskálan í Havn. Hann hevur sýnt fram sínar tekningar síðan 1962, millum annað ferðatekningar úr útheiminum.
Palli hevur altíð verið sera góður við barndómsstað sín, Havnina, og mangan teknað Havnina. Palli hevur eisini útgivið bøkur við egnum tekningum, serliga kendar eru bøkurnar um kirkjurnar í Føroyum.
Á framsýningini í Galerie Focus eru 72 blýant og akvarell tekningar. Framsýningin er opin til 6. desember: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.