Palli var ikki nøgdur

Fríggjadagin spældi føroyska A-landsliðið í hondbólti venjingardyst ímóti einum pressuliði sum liður í fyrireikingum til eina kapping í Danmark í seinni í vikuni

A-landsliðið vann dystin 23-18, eftir at pressuliðið hevði verið frammanfyri 12-11 eftir fyrra hálva tíman.

Liðini fylgdust í fyrra hálvleiki, og ongantíð vóru meira enn tvey mál á muni. Eftir fyrstu løtuna var landsliðið tvey mál frammanfyri, og vísti eisini tað betra spælið eftir fyrstu minuttirnar.

Pressuliðið menti seg tó, sum hálvleikurin leið, og móti endanum førdi pressuliðið 11-9. Tá hevði pressuliðið hjá Kára O. Durhuus eisini fleiri møguleikar at leggja seg fleiri mál framum. Pressuliðið misnýtti møguleikarnar, og ístaðin vóru tað Áki Olsen og Hans Áki Dahl Christiansen, sum javnaðu til 11-11. Beint undan steðginum legði Áki Mørk tó pressuliðið framum aftur, tá hann lobbaði bóltin uppum málverjan í seinasta álopinum í fyrra hálvleiki.

Tá liðini komu aftur á vøllin í seinna hálvleiki var eingin ivi um, hvat av teimum hevði teir betru spælararnar og orkuna at vinna dystin. Fyrstu minuttirnar gekk tó javnt á, men tá hálvleikurin varð hálvrunnin tók landsliðið yvir og vann eisini sannførandi at enda.

Hevði tað ikki verið fyri fleiri góðar bjargingar hjá Óla Kristian Djurhuus í málinum hjá pressuliðnum, so hevði sigurin verið enn størri.

Áki Olsen var toppskjútti hjá landsliðnum við sjey málum, meðan Heini Joensen og Hans Áki Dahl Christiansen skutu fýra mál í part. Hjá pressuliðnum var Halgir Dahl Olesen toppskjútti við fýra málum, meðan Petur Martin Johansen og Annfinn N. Debes skutu trý mál í part.


Ikki í venjing

Tað var týðuligt, at spælararnir ikki eru í venjing enn. Nógv mistøk vórðu gjørd, sum ikki verða at síggja seinni í vetur, tá spælararnir veruliga eru komnir í venjing.

- Eg gangi ikki so høgt uppí úrslitið, men tað, sum eg serliga eri misnøgdur við er, at verjan ov passiv og ikki nóg kontant í sínum spæli, og mótstøðuliðið slapp tí alt ov lætt til møguleikar, sigur Palli Joensen, venjari hjá A-landsliðnum.og einki bendir á, at nakað føroyskt lið verður í næsta Europa Cup umfarinum.

Annan sunnudag verður ikki spælt í landskappingini í 1. deild. Tá verður fyrsti HM undankappingardysturin á skránni. Slovenia skal spæla móti Føroyum á Svangaskarði. Í hesi vikuni verður føroyska landsliðið úttikið. Bæði úttøkan og dysturin verða spennandi, so fótbóltshugaðu føroyingarnir nýtast ikki at keða seg. Tað er nóg mikið at tosa um og at gera metingar um!

jh