Sum partur av størri tónleikaferð í Føroyum, Danmark, Finnlandi, Estlandi og Sámalandi, fara Shalder Geo og Eivør Pállsdóttir Kvartett í kvøld á pall.
Byrjanin til ferðina, sum er frá januar til juni í ár, verður í kvøld á Café Natúr.
Við í Shalder Geo eru Kristian Blak, Heðin Z. Davidsen, Mikael Blak og Høgni Klakkstein.
Saman við Eivør leika Búi Dam, Mikael Blak og Brandur Jacobsen.