Pallsettur rættarfundur í Føroya rætti

Føroya Rættur hevur luttikið í Mentanarnáttini í Tórshavn seinastu nógvu árini

Seinnu árini hevur ein framleiddur filmur verið vístur; hesaferð spenna tey seg tó út, og framføra ein pallsettan rættarfund 2. juni kl.19.00.


Húsið letur upp klokkan 18.00, møguleiki verður at síggja almennu hølini í rættinum, kaffi, te og okkurt søtt undir tonnað verður at fáa.


Skráin fyri kvøldið:

 

18.00: Húsið letur upp

19.00: Pallsettur rættarfundur – komi og royni tykkum sum dómsfólk

21.00: Húsið letur aftur