Tað er róðrarfelagið á Tvøroyri, sum hevur fingið hesar garparnar á pall saman leygarkvøldið í Trongisvági. Teir hava roynt hetta áður, og tað riggaði stak væl, so talan er í roynd og veru um eitt væleydnað og afturvendandi tiltak.
Jens og Marner Lisberg av Tvøroyri stóðu í mong ár á odda í bólkinum Sputnik. Bólkurin hevði ymsa manning ymsastaðni úr Suðuroynni, og millum limirnar ymsu tíðarskeiðini taldust so navnframir menn sum Johan Dahl og Rasmus Magnussen.
Sputnik spældi frá áleið 1975 og heilt til áttati árini tóku at halla. Bólkurin var óføra væl umtóktur, kanska serliga millum dansandi fólkið. Eftir 1988-89 var tað mest Jens Lisberg, ið helt á undir egnum navni, men tó hava hann og Marner av og á spælt saman. Og tá tað í veruleikanum eru teir, ið eru kjarnin í Sputnik, so ber á ein hátt til at siga, at bólkurin hevur verið virkin av og á. Bæði Sputnik og Jens hava lagt vælumtóktar útgávur eftir seg.
Árni og Marner úr Havn vóru frá ungum árum í sjeytiárunum stovnarar og virknir í bólkinum Black Birds. Ein bólkur, ið spældi í mong ár, og sum ikki slakði, fyrr enn 90’ini høvdu sæð dagsins ljós. Eftir hetta fóru teir aftur at spæla undir gamla heitinum Julianneboys og síðani sum Árni og Marner. Seinnu árini hava teir givið vælumtóktar útgávur út.
Black Birds var annars millum virknastu og best umtóktu bólkarnar í áttatiárunum, og gav eisini onkra útgávu út. Bólkurin hevði Oskar Eiriksson á trummum og nokkso støðugir limir vóru eisini Ronnie Nielsen og beiggi tvíburðarnar, Jóan Petur Andreasen, men aðiri taldust eisini í vælleikandi bólkinum, ið hevði breiða sangskrá, alt frá tí, ið var frammi í sjeyti- og áttatiárunum, til meira vanligan dansitónleik.
Leygarkvøldið verða tað m.a. Kolbein Simonsen, Arnbjørn Sivertsen og Kaj Johannesen, ið fara á pallin sum tónleikarar, tá pallvandu brøðurnir úr Havn og av Tvøroyri fara á pall í Trongisvági til eitt rimmar dansikvøld.