Paludan kemur ikki til Føroya á hesum sinni

Ætlanirnar um at fáa umstrídda islamkritikaran at halda fyrilestur eru sleptar

 

- Eg havi lovað, at eg komi til Føroya, so tað komi eg. Tá eg lovi okkurt, so haldi eg tað.

Soleiðis segði islamkritiski danski politikarin Rasmus Paludan við Sosialin síðst í mai mánað. Ætlanin var, at hann skuldi halda ein fyrilestur í Føroyum mitt í juni mánað, men tað bleiv av ongum. Og nú frætta vit á in.fo, at ætlanirnar um at fáa hann hendan vegin eru sleptar.

Rasmus Paludan, sum er formaður í flokkinum Stram Kurs, er sera væl dámdur á facebookbólkinum "Føroyingar ímóti islam" - og tað var millum limir har, at hugskotið um at fáa hann til Føroya spratt. Viðkomandi, ið setti seg í samband við Paludan, er givin at heita á hann um at koma til Føroya.

Hann segði við Sosialin í mai, at hann merkti stóran áhuga frá føroyingum fyri sínum politikki.

- Tað hevur nógv at siga fyri meg, at tað eru so nógvir føroyingar, sum seta seg í samband við meg. Føroyingar ganga høgt upp í sína egnu mentan og søgu, og tí skilji eg væl, at nakrir føroyingar eru áhugaðir í, hvat eg havi at siga, segði hann tá.