Pamela aftur í Baywatch

Pamela Andersson skal verða við í nýggjum Baywatch-filmi

Baywatch var ein av best umtóktu sjónvarpsrøðum í 90’unum. Tað verður sagt, at eingin onnur sjónvarpsrøð megnaði at koma so víða kring heimin sum Baywatch.

Nú skal ein Baywatch filmur gerast, og Dwayne ”The Rock” Johnson er ein av høvuðsfólkunum í filmsætlanini. Í dag hevur The Rock kunngjørt, at Pamela Andersson verður við í nýggja filminum.

Pamela Andersson var stóra stjørnan í Baywatch. Seinastu árini eru føroyingar komnir at kenna hana í nýggjum leikluti sum stuðul hjá Sea Shepherd.

Pamela Andersson er blivin 48 ára gomul, og hon skal ikki hava gamla høvuðsleiklutin hjá sær sum C. J. Parker í nýggja filminum. Hon skal hava annan leiklut, tí Kelly Rohrbach skal spæla C. J. Parker.

Eisini David Hasselhoff skal hava ein minni leiklut í nýggja filminum, sum verður frumsýndur í mai næsta ár.