Kanadiska sjónvarpsstjørnan Pamela Anderson kom í dag til Keypmannahavnar, eftir at hon hevur sólað sær longri suðri í Europa seinastu dagarnar.
Pamela mátti sjálv knossast við viðførið hjá sær í viðførishøllini á flogvøllinum í Kastrup, men hon hevði fólk at fylgja sær í bilin, sum koyrdi hana á Hotel D’Angleterre.
Uttanfyri marglætishotellið royndi Ekstrablaðið at fáa orðið á Baywatch-stjørnuna, og tað einasta, hon segði, var: ”I’m gonna try to stop that grind”.
Sambært Ekstrablaðnum flýgur Pamela Anderson til Føroya í morgin, ólavsøkudag, her hon skal vísa Sea Shepherd sín stuðul.
Her ber til at síggja Pamela Anderson koma til gistingarhúsið í Keypmannahavn seinnapartin í dag