Pamela Anderson hevur júst verið í Cannes í Fraklandi fyri at gera reklamu fyri sínum seinasta filmi, Blonde and Blonder, men kanska hevði tað verið betri fyri hana, um hon ongantíð fór til Cannes. Pamela, sum vanliga dámar væl at verða avmyndað, kom tveir tímar ov seint til eina avtalu við myndamenninar, og tá ið hon umsíðir møtti, vildi hon bara seta nakrar fáar minuttir av til myndamenninar. Tað fekk fjølmiðlafólkini á staðnum at buha eftir amerikonsku blondinuni. Hon segði seinni, at hon var sjúk.