Í kvøld klokkan 20 sita Bergur D. Joensen og Hans Andrias Sølvará við pallborðið í Miðlahúsinum og samskifta um bíbliuna Bergur D. Joensen og Hans Andrias Sølvará sita í panelinum og samskifta um bíbliuna á almennum fundi í kvøld. Teir báðir fara millum annað at greiða frá sínum sjónarmiðum, um teir trúgva, at Bíblian er Guðs orð ella ikki
Eisini verður høvi at seta spurningar.
Bergur Debes Joensen er prestur, og hevur av og á verið frammi, sum ein ið trýr at Bíblian er Guðs orð - galdandi til allar tíðir.
Hans Andrias Sølvará er søgufrøðingur, og er eitt nú høvundur til bókina: »Bíblian - Guðs Orð ella orð um Guð«.
Theodore Eli Dam Olsen, prestur og blaðmaður, verður orðstýrari.
Meinigheitshúsið plagar annað hvørt mánakvøld at skipa fyri møti fyri ung yvir 18 ár, har tey taka ymisk evnir upp.
Hetta var upprunaliga eitt slíkt tiltak, men av tí, at mett varð, at tiltakið var so spennandi, valdu fyri fyrireikararnir at flyta tað oman í Miðlahúsið.