Pangea finalan 2022

Leygardagin 23. apríl var finalan í Pangea støddfrøðikappingini í Norðurlandahúsinum. Í ár luttóku í alt 1009 næmingar úr 45 ymiskum flokkum úr 11 ymiskum skúlum í Føroyum, og kappingin var í 3. - 8. flokki.

 

Víðari til finaluna vóru komin í alt 31 næmingar. Eftir at næmingarnir høvdu tikið felagsmynd og fingið Pangea t-shirt, høvdu tey ein tíma at rokna uppgávurnar. Í meðan kundu avvarandi hugna, mingla og rokna somu uppgávur sum næmingarnir úti í forhøllini. Nám hevði staðið fyri at umseta uppgávurnar úr týskum til føroyskt. Uttanríkis- og mentamálaráðið stuðlaði kappingini og handaði høvuðsvinningin til vinnararnar í teimum ymsu floksstigunum, skrivar mmr.fo.

 

Nærri kunning og myndir eru at finna á facebook síðuni  ’Pangea Føroyar’. 

 

Og har síggjast eisini hesi úrslitini av kappingini:

 

3. flokkur

 

Vinnari: Tien Rasmussen

 

2. Bjarni Bogason Enni

 

3. Liam Lava Olsen

 

4. flokkur

 

Vinnari: Tova Sigurdsdóttir Nielsen

 

2. Sara Svínoy Hansen

 

3. Helena í Skorini

 

5. flokkur

 

Vinnari: Rannvá Lamhauge

 

2. Robbin Samuel Ørvarodd

 

3. Anna Lamhauge

 

6. flokkur

 

Vinnari: Lilja av Teigum

 

2. Hóri Hammer

 

3. Andreas Nónstein

 

7. flokkur

 

Vinnari: Óli Mikkelsen

 

2. Alexander Klevang Eikholm

 

3. Jóhan Hendrik Lamain í Horni

 

8. flokkur

 

Vinnari: Sjúrður Henriksen

 

2. Ýr Holm

 

3. Djóni Løkjá