Pápar skulu ikki hava eina serliga kvotu

Ætlanin hjá samgonguni at geva pápum barsilskvotu, hevur ikki undirtøku í fólkinum

Føroyingar taka ikki undir við , at ein partur av barsilsfarloyvinum skal markast til pápan.

 

Samgongan ætlar at broyta barsilsskipanina og ein broyting er, at seks vikur av farloyvinum skulu markast til pápan. Tekur pápin ikki av tilboðnum, fella hesar seks vikurnar burtur, tí mamman kann ikki yvirtaka tær.

 

Men ein gallup kanning, sum Javnstøðunevndin hevur gjørt, vísir, at hesum taka føroyingar ikki undir við.

 

Kanningin vísir, at 51 prosent av føroyingum vilja hava, at mamman og  pápin skulu sjálvi gera av, hvussu tey býra farloyvið ímillum sín.

 

Hetta er eitt sjónarmið, menn og kvinnur eru at kalla samd um, tó at tað eru heldur fleiri kvinnur enn menn, sum halda tað.

 

Annars halda 24 prosent, at farloyvið eigur at vera, longri, men at býtið ímillum mammuna og pápan skal ikki broytast.

 

Tað eru 24 prosentunum av kvinnunum, sum halda tað og 11 prosent av monnunum.

 

Hinvegin eru tað bara 14 prosent, sum taka undir við eini pápakvotu, sum í kanningini er sett til tríggjar mánaðir.

 

Og her eru menninir í stórum meirilurta, tí fimmti hvør maður, ella 21 prosent av monnunum, vilja ikki hava eina pápakvotu á tríggjar mánaðir og tað vilja átta prosent av kvinnunum heldur ikki.

 

Bara tvey prosent, ella næstan ongir føroyingar, vilja hava, at barnsburðarfarloyvi hjá mammuni og pápanum, skal vera líka langt.

 

Meiri um hetta seinni.