Pape um Jenis: Eru vit ikki komin longur?

– Meget skal Søren Pape Poulsen bekymre sig om. Ikke dette, sigur danskur politiskur viðmerkjari

– Hold da op! Er vi ikke kommet længere?

 

Soleiðis spyr Søren Pape Poulsen á Twitter, eftir tíðindini um, at Jenis av Rana – um hann varð valdur í Fólkatingið – ikki hevði peikað á Pape sum forsætisráðharra í Danmark, tí at hann er samkyndur. 

Tað segði Jenis av Rana í Anglettinum í Kringvarpinum í morgun.

Men Henrik Qvortrup, sum er politiskur viðmerkjari hjá Ekstra Bladet, heldur ikki, at Søren Pape Poulsen skal hugsa so nógv um tað.

– Meget skal Søren Pape Poulsen bekymre sig om. Ikke dette, eru stuttu boð hansara, eftir at tíðindi um homofobu útsøgnirnar hjá Jenisi av Rana eru komin í danskar fjølmiðlar.

 

Sum vera man vekir tað ans í Danmark, at ein topppolitikari í Føroyum alment sigur, at fólk ikki kunnu brúkast í álitisstørvu, tí at tey eru samkynd. Tí hevur útsøgnin hjá Jenis av Rana verið endurgivin í fleiri av stóru bløðunum í Danmark í dag.

 

##med2##

 

Soleiðis vinklaði Ekstra Bladet søguna um Jenis av Rana, sum Ritzau endurgav av in.fo