Pápi Kára: – Hetta er eitt upplivilsi

VIDEO: – Kári hevur prógvað øgiliga nógv, sigur stolti pápin, Janus Fossdalsá

– Hetta er eitt upplivilsi fyri Kára. 

 

Soleiðis sigur Janus Fossdalsá, sum er pápi føroyska X-Factor finalistin av Toftum, Kára Fossdalsá.

 

Hann er millum áskoðararnar í kvøld saman við fleiri øðrum føroyskum stuðlum hjá Kára. Pápin er spentur.

 

– Kári hevur prógvað øgiliga nógv. Hann roknaði ongantíð við at koma so langt, men at hann hevur gjørt tað, er ómetaliga flott. Tað má eg siga, sigur hann.

 

Nú er bara at bíða, inntil showið startar, og so fáa vit øll at síggja, hvør kemur víðari og endar við at vinna.

 

– Óansæð hvat hendir í kvøld, so kann Kári taka nógv við sær frá hesum. Kemur hann víðari til nummar 1 og 2, so hevur hann sín egna finalusang, so tað er spennandi, sigur Janus Fossdalsá.

 

Sí videosamrøðuna við Janus Fossdalsá her:

 

##med2##

 

Her eru tveir aðrir fjepparar, sum kenna Kára gjøgnum hansara tónleikabólk í Aalborg:

 

##med3##

 

SÍ MYNDIR FRÁ Í KVØLD: Fult av spentum føroyingum áðrenn X-Factor