Paradise-Michael: Eg var eitt reyvarhol móti Connie

Tað skuldi verða ein hugnaligur túrur, men ístaðin valdi Michael, av taktiskum orsøkum, at spilla føroysku Connie út. Tað var so ógvusligt, at hann eftirfylgjandi bleiv hataður av øllum honum luttakarunum. Nú viðurkennir Michael, at hann fór alt ov langt, men at Connie hevur fyrigivið honum.

 

Tað var hatur í luftini, tá ið Connie í gjárkvøldið valdi Michael at fara á date við.

Hann hevði av taktiskum orsøkum nevniliga einki ynski um at skula á romantiskan date við Connie, og avgjørdi tískil, í samráð við Line Sofie og Martin, at uppføra seg illa móti henni.

Hetta var eitt leikur, ið hann sjálvur viðgongur, fór ov langt.

-Tað var ræðuligt at síggja seg sjálvan við eygunum hjá hyggjarunum, og eg skilji væl, um tey halda, at eg var eitt reyvarhol. Túrurin við Connie fór langt út um øll mørk, sigur tann 26 ára gamli timburmaðurin Michael Lange.