Parkering og fígging av parkeringsplássum

Heðin Mortensen, borgarstjóri
--------
Sera margháttlig viðgerð av ferðslulógini í tinginum henda dagin, sum endaði við bara at snúgva seg um par­keringsviðurskifti og -bøtur í høvuðsstaðnum.
Parkeringsgjaldið er um­fatað av ferðslulógini, sum løgtingið regulerar. Avgjaldið fyri ólógliga parkering er tí til viðgerðar í løgtinginum, ikki í Tórshavnar býráð. Fútin umsitur skipanina, tí fútin er tann einasti, sum hevur heimild at krevja inn bøtur. Skipanin er soleiðis, at tá umsiting og lønir eru goldnar, fær Tórshavnar komm­una møguliga avlopið av p-gjøldunum - men er hall, má kommunan gjalda hallið.
Nú fleiri tingmenn al­ment hava úttalað seg um stødd­ina á avgjaldinum fyri ólógliga parkering, so er best at fáa nøkur fakta uppá pláss. Tórshavnar komm­una hevur í mong ár roynt at finna eina loysn á par­kerings­viðurskiftunum. Í mong ár hava vit biðið um heimild til at taka eitt lítið parkeringsgjald, so vit høvdu kunnað gjørt ein grunn, sum fíggjaði keyp og bygging av parkeringshúsum/økjum í býnum.
Landsmyndugleikarnir hava sovið á hesum máli í áravís, so heilt uttan skuld eru teir ikki. Landið fær eis­ini allan vegskattin, og tað er heilt greitt, at Tórs­havnar kommuna ikki kann gera risastórar íløgur í parkeringsøki og -hús til fólk úr øllum landinum, ið koma aðrastaðnis til Havnar í arbeiðsørindum ella øðrum ørindum. Sum er hava vit eisini stórar útreiðsl­ur av stóra slitinum av píka­dekk­um.
Vit liggja tó ikki á løtu síðuni. Ein umskipan av øll­um parkeringsøkjunum í býnum er í gongd, og partur av stóru arkitektakappingini fyri miðbýin umfatar uppskot um bæði parkeringspláss, par­keringskjallarar og par­kerings­hús.
Tað var longu í 2001, at vit settu ein bólk undir teknisku nevnd at gera uppskot til at orða kommunala ferðslu­politikkin. Álitið kom árið eftir og longu tá varð skotið upp, at áleggja gjald fyri par­kering í miðbýnum. Men vit bíða framvegis eftir heimildini frá lands­myndugleikunum.
Óivað kundi allur trupul­leikin viðvíkjandi fígging verðið loystur innan rímiliga tíð, um landsmyndugleikarnir góvu loyvi til eina par­kerings­gjaldsskipan í býnum.