Parkeringsvørðarnir í Tórshavnar kommunu gera vart við, at tað eru fleiri sum hava misskilt
okkurt við tíðaravmarkaðu parkeringini.
Síðan tíðaravmarkaða parkeringin á Skálatrøð og á parkeringsøkinum við J. Paturssonargøtu byrjaði fyrr í summar, eru tað fleiri sum hava misskilt hvussu parkeingsskivan skal stillast, siga parkeringsvørðarnir í býnum. Tað er nevniliga soleiðis at á Skálatrøð er tíðaravmarkaða parkeringin 8 tímar, millum kl 9 og 18. Um ein bilur t.d. verður settur har kl. 6. um morgunin skal parkeringsskivan stillast á kl 9, tá tíðaravmarkaða parkeringin tekur við. Parkeringsvørðarnir siga, at um hetta ikki verður gjørt, verður tað roknað sum skeiv parkering og parkeringsbót verður givin.