Parkinsonsjúklingar missa einki tilboð

Fyri kortum kom fram, at ætlanin var at niðurleggja tilboðið, sum Tjarnagarður hevur havt í fleiri ár, við venjing fyri fólk við Parkinson.Parkinsonfelagið setti seg tí í samband við Heðin Mortensen, borgarstjóra, og lovaði hann at kanna málið.

- Og í vikuni boðaði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu frá, at ongin tænasta viðvíkjandi veningartilboðum til parkinsonsjúklingar verður niðurløgd, skrivar felagið í brævi til miðlarnar í kvøld.


Heðin Mortensen legði afturat, at hetta var als ikki komið upp á tal, um hann var vitandi um hetta.

- Vit gleða okkum at veita framhaldandi góða tænastu til allar borgarar, sum trongja til vening á hesum øki, skrivar borgarstjórin í brævi til felagið.

Parkinsonfelagið fegnast um skjótt og gott svar, tí hetta tilboðið hevur stóran týdning fyri tey í Tórshavnar Kommunu, sum hava Parkinson, boðar nevndin í felagnum frá.