Ein teirra, sum nú í eina tíð hava fingist við at gera íløgur í partabrøv, er Egon Danielsen av Argjum. Hann hevur eisini teknað partabrøv í Føroya Banka, men, sum hann sjálvur tekur til: Tað eru fleiri, sum hava teknað meiri enn eg í Føroya Banka.
Seinasta hálvtannað árið hevur Egon fingist við at keypa og selja partabrøv, og tað hevur verið á danska marknaðinum.
- Eg havi lisið nógv um hetta, og eri eisini limur í Dansk Aktionærforening. Har fáa vit fast eitt limablað einaferð um mánaðin, og tey eru ógvuliga lærurík, sigur Egon Danielsen.
Partabrævamarknaðurin hevur verið ógvuliga góður seinastu árini, og tað ger sjálvandi eisini, at kursurin er høgur í flestu førum. Egon ger so íløgur í fyritøkur, sum honum líkar væl, og tað kann vera alt frá gjøgnum íløgufelag um pakkaloysnir til einstakar fyritøkur.
Statoil í Noregi, Den Danske Bank og Nordea eru fyritøkur, har Egon Danielsen hevur handlað við partabrøvum, og eisini Vestas er fyri hann ein áhugaverd fyritøka, sjálvt um partabrøvini júst har ikki eru tey mest áhugaverdu í løtuni.
- Tað er ikki bara spennandi at handla við partabrøvum, tað er eisini neyðugt, fyri at tilføra fyritøkunum kapital, so hesar kunnu menna seg. Einki er at ivast í, at júst partabrævamarknaðurin er størsta orsøkin til, at danska vinnulívið er so væl fyri, sigur Egon Danielsen.
Brúkar marknaðin
Nógvir møguleikar eru á marknaðinum, og nú føroyskar fyritøkur eisini verða børsskrásettar, gevur hetta fleiri føroyingum møguleika at handla á partabrævamarknaðinum. Men Egon ávarar móti ov stórum bjartskygni.
- Eg ráði staðiliga øllum til at gerast limir í Dansk Aktionærforening. Tí tað er als ikki vandaleyst at handla á partabrævamarknaðinum, og tí er vitan um marknaðin alneyðug, sigur Egon Danielsen.
Tað verður alla tíðina arbeitt við at seta nýggjar fyritøkur á stovn, og skulu hesar hava líkindi at menna seg er neyðuygt, at tær verða skrásettar á børsinum. Tá ber til hjá fólki at seta pengar í, og fyritøkurnar fáa møguleika at menna seg.
Spurningurin er eisini, um íløgurnar eru langsiktaðar, ella ikki. Tað ber ofta til at keypa partabrøv fyri síðani at selja stutt eftir, um marknaðurin lagar seg soleiðis. Og Egon Danielsen fæst við báðar møguleikar.
- Eg geri alt, sum til ber at gera á marknaðinum, sigur hann.
- At íløgurnar eru lønandi avger kursurin. Er talan um kurshækking vinnist peningur tann vegin, men annar møguleiki er vinningsbýti. Skal tað hepnast, er neyðugt við vitan, undirstrikar Egon Danielsen av Argjum.