Partabrævamentanin skal mennast

Føroya Sparikassi og Kaupthing brynja seg til nýggjar tíðir, har kundin setur stór krøv til vegleiðing um keyp og sølu av partabrøvum. Mánakvøldið skipaðu Føroya Sparikassi, Kaupthing og TemaKapital fyri tema-degi um at gera íløgur í partabrøv.

Týsdagin í seinastu viku varð ein nýggjur partur av føroyskari fíggjarsøgu
skrivaður, tá avtala millum Virðisbrævamarknaður Føroya (VMR) og Kauphøll
Íslands varð endaliga undirskrivað.
Fyri flestu føroyingar er talan um óroyndan lut at gera íløgur í virðisbrøv, men fólk innan føroyska fíggjarheimin vænta, at innan nøkur fá ár, verður vanligari hjá føroyingum at eiga virðisbrøv.
Í hesum sambandi eru Føroya Sparikassi og virðismeklarafelagið, Kaupthing,
av álvara farin undir at fyrireika seg til, at áhugin fyri virðisbrøvum, fer at økjast munandi.
Saman við íløgufelagnum Tema Kapital skipaðu Føroya Sparikassi og Kaupthing mánakvøldið fyri sonevndum tema-degi um at gera íløgur í virðisbrøv.

Mentan mennast
Fíggjarleiðarin hjá Føroya Sparikassa, Finn Danberg, var millum
fyrilestrarhaldararnar á temadegnum. Finn Danberg sigur seg vera sannførdan um, at komandi árini fara fleiri og fleiri føroyingar at eiga virðisbrøv. Hetta setur stór krøv til føroysku fíggjarstovnarnar, og Føroya Sparikassi er fyrireikaður til avbjóðingina.
-Talan verður um eitt nýtt tíðarskeið, har tað verður vanligari og
vanligari at gera íløgur í virðisbrøv. Higartil hava fólk verið von við at seta sína uppsparing í sparikassan, men við broytingunum í kapitalvinningskattalógini og rentutryggingarlógini eru møguleikarnir fyri virðisbrævaíløgum nógv broyttir. At gera íløgur í virðisbrøv er øðrvísi, og vit mugu tí sum peningastovnur tryggja kundum okkara so góða ráðgeving og tænastu sum gjørligt, sigur Finn Danberg.
Hann leggur áherðslu á, at orðið tryggleiki er avgerandi í samband við
íløgur í virðsbrøv. Fíggjarleiðarin í Føroya Sparikassa vísir á, at tá talan er um ein nýggjan heim fyri kundarnar, er tað alneyðugt, at varisliga verður farið
fram, so kundarnir kunnu kenna seg tryggar, tá tey velja at fara undir at gera íløgur í virðisbrøv.
-Tað er ógvuliga týðandi, at vit sum ráðgevi altíð kunnu hyggja
kundan í eyguni. Okkara ráðgeving kemur tískil altíð taka støðið í kundans veruliga tørvi, greiðir Finn Danberg frá.

Nýggj deild
Síðan ár 2000 hava Kaupthing Føroyar og Føroya Sparikassi samstarvað um
íløgufelagið, Kauphing Invest. Umframt Føroya Sparikassa og Kaupthing
Føroyar, hevur Kauphing Bank eisini verið við í samstarvinum. Føroya Sparikassi eigur ávíkavist 49% og 25% av áðurnenvdu fyritøkum.
Kauphing Invest, sum fyrr í ár skifti navn til Tema Kapital hevur fleiri deildir. Deildirnar Norrøn partabrøv og lánsbrøv í donskum
krónum, hevur Kaupthing Føroyar røkt, meðan Kauphing Bank hevur røkt deildina íslendsk lánsbrøv. Føroya Sparikassi er depotbanki hjá øllum deildunum.
Tema Kapital økir nú um virksemi sítt. Avtala er gjørd við Bjarne Jensen um eina nýggja deild, Stockrate, ið ger íløgur í altjóða partabrøv.

Støðið í søguni
Danski bankaserfrøðingurin, Bjarne Jensen, sum stendur á odda fyri
Stockrate, var eisini millum fyrilestrarhaldarnar mánakvøldið. Hann kunnaði
um felagið og segði seg vera fegnan um samstarvsavtaluna við TEMA Kapital.
-Eg trúgvi upp á tann langa og treysta leikin. Tað er ein umskiftiligur
heimur at keypa og selja virðisbrøv og tí er tað avgerandi, at kundin setir
sínar pengar í fyritøkur, sum duga at vinna pening og passar teir á
haldgóðan hátt, sigur Bjarne Jensen.
Stockrate velur fyritøkurnar eftir, hvussu væl tær hava staðið seg seinastu
árini. Metingin verður gjørd eftir einum telduforriti. Telduritið hyggur fyrst
og fremst eftir møguleikaunum hjá fyritøkunum at vinna pening og
fíggjarstøðuni.