Partabrævavirðið í USA hækkar

Eftir minni enn trimum vikum er partabrævavirðið í USA hækkað meiri enn 20 prosent Amerikonsku partabrøvini veksa framvegis í virði. Tá marknaðirnir lótu aftur í gjárkvøldið, var virðið vaksið millum tvey og fýra prosent í gjár, og eftir 18 døgum er virðið vaksið meiri enn 20 prosent.

Børsen skrivar, at hjá teimum amerikonsku íleggjarunum verður mars eftir øllum at døma tann besti mánaðurin síðani 1987.

Men trøini veksa ikki inn í himmalin, og Morten Kongshaug, partabrævaserfrøðingur hjá Danske Bank, sigur við Børsen, at tað vøksturin í USA er ov stórur og samsvarar ikki við veruleikan.