Partabrøvini fullu 30%

Frá miðjum februar til seinnu helvt av mars fullu altjóða partabrøv meira enn 30%, men síðan eru tey hækkað stívliga 20% aftur

Í løtuni verður nógv tosað um, hvussu koronasmittan ávirkar partabrævamarknaðin.

BankNordik sigur soleiðis í fráboðan um støðuna.

– Umleið helvtin av kurslækkingini er vunnin innaftur. Apríl var besti mánaðurin á partabrævamarknaðinum í 33 ár.

Hvussu ber hetta til? Bankin sigur soleiðis:

– Tá ið partabrævamarknaðurin var lægst í mars, var óvissan sera stór um smittuna, um váðan fyri at sjúk doyggja, um hvussu nógv lond fóru at megna at fáa eina flata smittukurvu, og um hvussu leingi hetta fór at vara. Sjálvt um eingin veit, júst hvussu leingi koronasmittan fer at herja, eru tær flestu av hesum óvissum nú munandi minni, enn tær vóru í mars. Umfatandi tiltøk tykjast gera sítt til, at tey flestu londini megna at tálma smittuni, talið á deyðum yngri fólkum er sera avmarkað, og fólk í flestu londum tosa eisini um at lata samfelagið uppaftur.

– Partabrævaíleggjarar tulka gongdina sum, at búskaparliga niðurgongdin verður ógvuslig her og nú, men at tað skjótt fer at ganga uppeftir aftur. Tí hækka kursirnir á partabrøvum so nógv. Henda gongdin er eisini stuðlað av, at stjórnir hava verið sera skjótar at játta umfatandi hjálparpakkar, og at miðbankarnir gera sítt til at lækka rentur og keypa virðisbrøv.

Men enn eru allar súðir ikki syftar, og tað hevði helst verið ov bjartskygt at hildið, at kursirnir á partabrøvum ikki kunnu lækka aftur í ár.

– Vit vita ikki, hvørjar langskygdar búskaparligar avleiðingar koronasmittan fer at hava við sær. Meðan fólk fyri tað mesta halda seg heima, er privati keypshugurin minni, og hetta hevur við sær minkandi inntøkur hjá nógvum børsskrásettum fyritøkum, skrivar bankin.

– Um myndugleikarnir skjótt fara at lata londini meira upp, kann tað væntast, at stórir íleggjarar fara at síggja gongdina seinastu tíðina sum eina stutta viknan. Men um tað dregur út, kunnu nógvar fyritøkur vænta sær stóran inntøkumiss, og tað fer at hava lægri partabrævakursir við sær, skrivar bankin.

– Fyri tey flestu, ið gera íløgur við pensjónini, fáa kurssveiggini í hesum døgum ikki so stóran týdning. Tá ið kundar gera íløgur við pensjónini, spara teir upp so hvørt, og tað merkir, at smærri íløgur verða gjørdar hvønn mánað. Tað vil siga, at íløgur verða gjørdar, bæði tá ið partabrævamarknaðirnir hækka, og tá ið teir lækka. Sostatt kunnu kundar fáa eitt kurstap í sambandi við tær íløgur, ið vórðu gjørdar ein mánað, meðan teir fáa tað, ið verður sett í íløgur mánaðin eftir, samsvarandi bíligari. Íleggjarar fáa tí á leið tað miðalavkastið, sum marknaðirnir geva, frá tí at teir byrja at gera íløgur við pensjónini, og til teir verða pensjóneraðir. Sveiggini hava tí ikki so stóran týdning, sum fólk kanska hava lyndi til at halda, skrivar Bank Nordik.