Partabrøvini hækka í 2009

Eftir afturgongd kemur framgongd. Og longu í ár fara partabrøvini aftur at ganga uppeftir, metir partabrævagreinari á Morgingstar, sum vísir á fleiri avgerandi faktorar, sum fara at gera tað áhugavert at keypa partabrøv

Hetta skrivar danska blaðið Børsen. Greinari sigur, at vit fyrst skulu ígjøgnum eitt myrkt hálvár ? men ta´eru góðar orsøkir til at gera parabrævakvett, sigur Jonas Lindmarg, sum er partabrævagreinari hjá Morningstar.

- Fyrsta hálva árið verður allarhelst at verða merkt av ringum tíðindum á nógvum økjum. Tá vit um fimm ár líta aftur um bak, haldi eg, at 2009 fer at vísa seg at vera eitt gott tíðarbil at keypa partabrøv, sigur partabrævagreinarin.

Metlágar rentur saman við gigantiskum bjargingarpakkum sum allar heimsins stjórnir fara at spræna út á fíggjarmarknaðin fara helst at loysa gjaldførisknútin og fáa eina positiva ávirkan á fastfrystu marknaðirnar ? og lyfta partabrævakursirnar.

- Tann veruleiki, at flesta partabrøv minkaðu niður í helvt í fjør er bara ein fyrimunur fyri tey, sum satsað meira langsiktað, heldur Jonas Lindmark, sum leggur afturat, at óvissur eisini hómast, sum kunnu fáa tað at venda hinvegin ? eitt nú gongdin í valutakursunum.