Partabrøv
At talan fór at verða um kursøkingar tóktist greitt, longu tá fyrstu handlarnir fóru fram mikudagin í seinasta viku. Eftir at marknaðurin lat upp við einum kursi á 314 kr. fyri hvørt partabrævið, gekk skjótt uppeftir. Somikið skjótt, at tá marknaðurin læt aftur um kvøldið, høvdu seinastu handlarnir verið til kurs 380.
Síðani er virðið tó fallið nakað, soleiðis at tað mánadagin var 370 kr./partabrævið.
- Tað er eisini púra vanligt, at kursurin fellir nakað eftir fyrsta dagin. Tá er talan aloftast um óvanliga nógvan handil við partabrøvum, so vit høvdu roknað við, at kursurin fór at fella nakað, sigur Jan Otto Holm, íløgustjóri hjá Kaupthing Føroyar, sum er eru sonevndir market-makers fyri Atlantic Petroleum.
Enn hava føroysku partabrøvini bara verið á marknaðinum í tríggjar handilsdagar, men longu nú tykist tendensurin vera, at ein støðugur kursur er um at koma í lag. Mánadagin lógu handlarnir soleiðis millum 365 og 370, og roknaði miðalkursurin fyrstu dagarnar hevur verið 365,5.
Varisligt prospekt
Fyribils er soleiðis einki at ivast í, at føroysku íleggjararnir hjá Atlantic Petroleum hava nógv at frøast um. Við seinastu partabrævahækking, sum varð framd beint undan ársskiftinum, var tekningarkursurin 265. Tað vil siga, at virðisøkingin av íløguni síðani hetta hevur verið sløk 38% seinasta hálva árið. Og tað man uttan iva vera ein renta, sum íleggjararnir góðkenna uttan at blunka.
Kursurin ta ferðina - eins og byrjunarkursurin á 314 seinasta mikudag, var ásettur sambært prospekti, sum Kaupthing hevði gjørt. Men hóast stóra vøksturin síðani, so metir Jan Otto Holm ikki, at teir hava virðissett felagið ov lágt.
- Tá kursurin á 265 varð ásettur, vistu vit væl av, at ein hampuligur avsláttur varð givin. Tað eru sjálvandi nógvir lutir, sum spæla inn, men serliga er vert at leggja til merkis tvinnar av hesum.
- Eitt er, at vit í prospektinum einans hava virðissett tey aktiv, har vit vistu, at olja var funnin. Oljuleitingarvinnan inniheldur jú nógvar óvissur, og tí er vanliga mannagongdin, at forvæntaður vinningur ikki verður tikin við. Beint undan tekningini - men eftir at prospektið var liðugt - fann Chevron olju beint upp at einum felti hjá AP, og tað ávirkaði helst eisini hugin at keypa partabrøv.
- Og hartil kemur so sjálvur oljuprísurin, sum bara tykist ganga uppeftir í løtuni. Tá vit gjørdu prospektið, varð roknað við einum langtíðar prísi á 30 dollarar fyri tunnuna. Í løtuni er prísurin jú nógv hægri enn tað, og í dag verður roknað við 35 og kanska upp í 40 dollarar fyri tunnuna, tá líknandi arbeiði verða gjørd.
Og so kundi verið lagt afturat, at tá partabrøv verða handlað á einum virðisbrævamarknaði, so verða onnur atlit eisini tikin. Ikki minst vánirnar, sum íleggjararnir hava til felagið. Hesar verða jú ikki tiknar við í fyrireikandi arbeiðinum, og tí er tað nakað, sum kann toga kursin antin upp ella niður. Og í hesum førinum hevur tað so verið uppeftir.
Kann hækka
Og sum gongdin innan oljuvinnuna er í løtuni, so er ikki óhugsandi, at kursurin kann fara enn longur upp. Hækkandi oljuprísirnir økja sum vera man um kursin hjá oljufeløgum, tó at stórur partur av hesi hækking sjálvandi av sær sjálvum kemur inn í handlarnar, sum verða gjørdir.
Jan Otto Holm hvørki vil ella kann siga, um talan á hendan hátt fer at verða um nakrar hækkingar í nærmastu framtíð, men hann leggur dent á, at í løtuni skikkar partabrævið sær væl.
- Eftir massiva opningsdagin tykist hetta verið komið í eina fasta legu. Vanliga er tað so, at kursurin síðani í stóran mun fylgir tíðindastreyminum. Kemur Atlantic Petroleum til dømis við einum skriv, har boðað verður frá einum oljufundi, so er einki at ivast í, at kursurin hækkar.
- Hartil er felagið somikið nýtt á marknaðinum, at tað enn ikki eru gjørdar nakrar eksternar analysur av partabrævinum, og ein slík kann kanska ávirka kursin antin upp ella niður, sigur hann at enda.