- Nevndirnar í mongum norðurlendskum fyritøkum liva eitt alt ov afturlatið lív, og fyritøkurnar missa harvið avgerandi vitan. Tað heldur Lone Fønss Schrøder, nevndarlimur í stórum aljóða fyritøkum.
Við sínum mongu royndum í fleiri størri norðurlendskum fyritøkum hevur Lone Fønss Schrøder stórt innlit í nevndararbeiði á høgum stigi. Hon heldur, at nógv vitan er til taks, men hon kemur ikki í nóg stóran mun til sjóndar við nevndarborðið, skrivar Business Line
Fønss er í løtuni nevndarlimur í stórum fyritøkum sum Volvo, Svenska Handelsbanken og stóra svenska orkufelagnum Vattenfall. Hon hevur eisini sæti í norsku feløgunum Aker ASA og Aker Solution og ein danskan nevndarsess í NKT. Hon er sostatt tann dani, ið hevur nógv flestar útlendskar nevndarsessir.
- Ímyndin sum vit í Norðurlondum hava er tann, at leiðslan uppfatar en góðan nevndarfund sum ein fund, har stjórnin leggur sína frágreiðing fram og nevndin nikkar, uttan at hava nakra viðmerking. Viðmerkingar ella spurningar kunnu av leiðsluni stundum verða uppfatað sum provokatión. Talan er sostatt ikki um veruligt nevndararbeiði, men um avgreiðsluspurningar og formalia, heldur Lone Fønss.
Hon heldur eisini, at tað kundi verið ein fyrimunur hjá mongum partafelagsnevndum at umrøtt leiklutin hjá nevndini meira nágreiniliga, eisini við dagligu leiðsluna. Mangar fyritøkur missa virðismiklan íblástur og vitan, tí nevndirnar koma ov seint inn í arbeiði við at menna nýggja framtíðarætlanir.
- Nevndir, sum ikki luttaka í dagliga virkseminum, síggja tingini við øðrum brillum enn dagliga leiðslan. Nevndirnar eru ofta meira kensluleysar og minni viðkvæmar enn stjórnin. Frástøðan hjá nevndini ger, at hon sær tingini øðrvísi, og tað kann gerast ein stórur fyrimunur, tá torførar avgerðir skulu takast, sigur Lone Fønss Schrøder, m.a. í samrøðu við Berlingske Nyhedsmagasin.